Fótbóltur

NSÍ fer eftir 1. plássinum í kvøld - Skála og EB/Streymur spæla fyri at koma burtur frá strikuni

Spæla í Streymnesi klokkan 18.30 og leggja til brots klokkan 19 við Løkin, har grannauppgerð er millum NSÍ og B68. FM1 sigur frá kvøldsins dystum og til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum.

NSÍ og KÍ eru í hørðum dysti um 1. plássi, og B36 er ikki so langt burtur. Teir í gulum kunnu leggja trýst á hini við sigri á B68 í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ og KÍ eru í hørðum dysti um 1. plássi, og B36 er ikki so langt burtur. Teir í gulum kunnu leggja trýst á hini við sigri á B68 í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-20 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. umfar fór av bakkastokki í gjár við tí, sum kanska var ársins dystur higartil - í øllum førum var fyrri hálvleikur í Sarpugerði tann, sum samanlagt hevur verið á hægsta stigi í landskappingini. Tað endaði 2-2 millum Víking og KÍ.

Les eisini: Frálíkt fríggjakvøldsundirhald í Sarpugerði

Tveir dystir verða spældir í kvøld.

Skála vitjar EB/Streym til lykladyst. Uppflytararnir kunnu koma frammum júst EB/Streym og koma uppum niðurflytingarstrikuna, meðan EB/Streymur, sum vann lyklasigur á B68 sunnudagin, kann av álvara leggja sjógv millum seg og strikuna.

B68 hevur eins og EB/Streymur 12 stig og fer eftir fleiri í grannauppgerðini við Løkin. Har kann heimaliðið leggja seg á odda í deildini við sigri: NSÍ skal gagnnýta, at KÍ ikki fekk fult í gjárkvøldið.

FM1 sigur frá báðum dystunum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

---------------------------------------------------

Meistaradeildin menn, 14. umfar
Í dag, leygardagin 20. juni
18.30: EB/Streymur - Skála
19.00: NSÍ - B68

FM1 sigur frá hesum báðum dystunum og til ber at fylgja við gongdini ovast á Portalinum

Sunnudagin 21. juni
15.00: 07 Vestur - AB
15.00: HB - B36 (FM1)

19.30: 3. Hálvleikur (samanumtøka)

Sí eisini: Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB

Fótbóltsskýlið: Venjarabroytingar og evropeiskar metingar í Sarpugerði

Í gjár, fríggjadagin 19. juni í Sarpugerði
Víkingur - KÍ 2-2 (2-2)
3' Mikkel Hyllegaard (Ingi Jonhardsson) 1-0
17' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-1
32' Jóannes Kalsø Danielsen 1-2
38' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-2

Reytt kort: 45 (+3)' Gaston Nicholas Tellechea, KÍ 

Sì meira um dystin her

Les eisini: Frálíkt fríggjakvøldsundirhald í Sarpugerði

Støðan í Meistaradeildini

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder