Hondbóltur

Súna og Pernille í sama Champions League-bólki

CSM Bucuresti og Budućnost skulu spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum í sterkastu kappingini í Evropa. Marita Mortensen og NFH fáa spennandi avbjóðingar móti millum annað finaluliðunum síðsta kappingarár, Metz og Györi.

Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen taka skjótt fetið upp í sínari hondbóltsyrkisleið (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen taka skjótt fetið upp í sínari hondbóltsyrkisleið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-27 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvussu Champions League-bólkarnir í hondbólti síggja út fyri 2026/2027. Eitt kappingarár sum fyri føroyskan hondbólt verður serstakt, tí so nógvir føroyingar verða við í sterkastu evropeisku kappingini.

Hjá monnum eru tríggir við - Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen - meira um tað seinni.

Hjá kvinnum skulu tríggir landsliðsspælarar, sum allar skifta felag í summar, spæla á hægsta evropeiska stigi í heyst og í vetur. Og vónandi longri.

Champions League 2026/2027, kvinnur

Bólkur A:
Team Esbjerg (DEN)
CSM Bucuresti (ROU) - Pernille Brandenborg
FTC-Toyota Kovács (HUN)
Brest Bretagne Handball (FRA)
RK Krim OTP Group Mercator (SLO)
BV Borussia Dortmund (GER)
Sola Håndballklubb (NOR)
OTP Group Budućnost (MNE) - Súna Krossteig Hansen

Group B:
Metz Handball (FRA)
Györi Audi ETO KC (HUN)
Odense Håndbold (DEN)
Gloria Bistrita (ROU)
HC Podravka (CRO)
Storhamar Håndball Elite (NOR)
HSG Blomberg-Lippe (GER)
Nykøbing Falster Håndbold (DEN) - Marita Mortensen

Hjá monnum er talið av liðum víðkað til 24. Her eru tað framvegis 16 lið: Seks lið koma víðari og tvey tey fremstu beinleiðis til 1/4-finalurnar. Øll spæla heima og úti móti hvørjum øðrum (14 dystir)

Pernille Brandenberg fer til rumenska stórfelagið CSM, har strikuspælarin verður liðfelagi við nógvar altjóða stjørnur úr millum annað Danmark, Svøríki, Ungarn og Montenegro. Bojana Popovic, fyrrverandi stórspælari úr júst Montenegro, er venjari.

Felagið var í Final Four í Champions League síðsta kappingarár og skal millum annað hitta meistaraliðið úr Montenegro: OTP Group Budućnost úr Podgorica. 

Har skal Súna Krossteig Hansen spæla aftaná summarfrítíðina. Súna legst afturat nógvum landsliðsspælarum - serliga úr júst Montenegro - í sterka hópinum.

Sí eisini: Súna Krossteig Hansen ársins spælari í Skanderborg

Súna Hansen á sínum nýggja heimavølli: Hetta er kuul (Video)

Harvið hittast nýggju liðini hjá landsliðsprofilunum tvær ferðir í heyst - har fer liðið hjá Pernille at vera favorittur. 

[object Object]
Pernille Brandenborg (t.v) og Súna Krossteig Hansen (í miðjuni) saman við Lív Poulsen (t.h) og hinum landsliðsliðfeløgunum undan EM-undankappingardystinum í Podgorica í apríl. Høllin aftanfyri er komandi heimavøllurin hjá Súnu, har Pernille og CSM Bucaresti skulu vitja í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen tók í fjør fetið upp í bestu donsku deildina við HØJ. Nú tekur bakspælarin úr Hoyvík fetið víðari til Nykøbing Falster Håndbold (NFH), sum kappast frammarlaga í donsku kappingini.

Annika Fríðheim Petersen hevur áður spælt Final Four í European League við júst NFH - skjótt skal Marita spæla Champions League við felagnum.

NFH er triðja danska felagið í kappingini og er komið í bólk við millum annað Odense og eisini Champions League-finaluliðnum frá mai: Metz (Frakland) og Györi (Ungarn). Harvið verður uppgávan stór hjá sælendska felagnum við føroyska spælaranum.

[object Object]Marita Mortensen í dysti í HM-endaspælinum í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder