Áttandapartsfinalan á Azteca leikvøllinum byrjaði ein tíma seinni enn ætlað vegna torusláttur í økinum. Men tað byrjaði í veruleikanum ikki, fyrrenn tíggju minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki.
Tá gjørdi Ongland skjótt av: Declan Rice sendi Bukayo Saka avstað í høgru, hann fór framvið bakkinum, eitt "chip" inn mitt fyri málið, har Jude Bellingham var komin væl fram. Hann setti pannuna á: 1-0, og so var friðarligt eina løtu á annars larmandi meksikanska tjóðarleikvøllinum.
Bellingham gjørdi tað verri fyri meginpartin av áskoðarunum nærum beint aftaná. Meksiko hevði ikki meira enn givið bóltin upp, áðrenn Elliot Andersen vann hann aftur, Bellingham spældi banda við Kane og so var 2-0 til Ongland. Effektivt hjá "leyvunum".
![]()
![]()
Jude Bellingham vísti av álvara sínari dygdir út á 1. hálveik, og hevur nummar 10 hjá Onglandi nú fýra mál í hesum HM-endaspælinum (Myndir: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)
Meksiko var annars leikliga omaná í løtunum eftir vætusteðgin (Hydration Break) og spældi við stórum ágrýtni í løtum. Stutt fyri steðgin fekk heimaliðið løn fyri stríðið. Ongland fekk ikki ruddað frísparksinnlegg ordiliga burtur, og so smekkaði Julian Quinones bóltin framvið Jordan Pickford.
Vongurin við kolumbianska upprunanum hevur veruliga fingið gjøgnumbrot á altjóða pallinum í HM-endaspælinum: Mál nummar fýra í fimm dystum fyri vertslandið.
![]()
Quinones fekk veruliga gongd í aftur fyri Meksiko (Mynd: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)
Dysturin fekk uppaftur meira lív í tíðliga í 2. hálvleiki. Ongland var nær við at økja, áðrenn Jarrell Quansah í 54. minutti varð útvístur fyri ov harða takkling. Verjuspælarin rakti bóltin fyrst men síðani beinið á meksikanaranum, og eftir VAR metti dómarin, at Qunsah skuldi út: Ónøgd hjá onglendingum og Thomas Tuchel hevur ikki lætt við at fáa ein fastan høgra bakk.
Tað, ið verri var, fyri Ongland, var at liðið nú var í undirtal á Azteca, har trýst var á. Men síðani vann lívligi Anthony Gordon eitt brotsspark, sum Harry Kane trygt umsetti til 1-3. Lítið sannførandi verju- og málverjuspæl hjá Meksiko í støðuni, sum gav brotsspark.![]()
Dómarin segði fyrst nei, men eftir VAR kom uppía, varð Jarrell Quansah rikin av vølli (Mynd: Mynd: Yuri Cortez/AFP/Ritzau Scanpix)
![]()
Brotsspark vunnið fimm minuttir seinni...(Mynd: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)
![]()
Fimta málið hjá Kane í endaspælinum (Mynd: Mynd: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)
Síðani helt Ongland heim. Tað vóru ikki nógvir stórir málmøguleikar, sum Meksiko skapti í yvirtali. Heimaliðið fekk eitt bíligt brotsspark, sum eisini fór ígjøgnum VAR. Mett varð, at Kane hevði rakt ein hjá Meksiko. Tunt - í besta føri. Hetta var í 69. minutti, tá Raul Jimenez minkaði til 2-3.
Men tað var ikki fyrrenn í 102' minutti, at bólturin veruliga var nær við, at enda í enska málinum. Hetta var eftir innlegsstøðu, har bólturin kom í John Stones og fór beint framvið.
Og ja; 102' minutti. Ikki tí at longd leiktíð varð. Dómaratoymið legði heilar ellivu minuttir aftur, og fann síðani eisini ein minutt eyka har. Hóast vætusteðg, VAR-kanningar og annað, vóru 11 minuttir í meira lagi, men Ongland stóð ímóti við tíggju monnum. Uttan at spæla sannførandi, vísti liðið hjá Tuchel avgerandi effektivitet og góðsku í og við báðar brotsteigarnar.
Meksiko hevur sum vertur verið jaligt íkast til HM. Men hóast glottar í dag sást, at nú var mótstøðan sterkari. Misktøk kostaðu skjótt; tá teir í grønum ikki vóru árvaknir, varð hetta revsað. Og í yvirtali í yvir ein tíma við øllum, megnaði Meksiko ikki at skala nógv.
2-3 og Ongland skal til Miami at spæla fjórðingsfinalu móti Noreg. Hetta verður leygarkvøldið - talan kann gerast um sætt brak.
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)
20.00: Portugal - Spania
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
01.00: USA - Belgia
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald