Fótbóltur

Yvirlit: Soleiðis spæla KÍ, NSÍ og Víkingur hesa vikuna

Champions League fótbóltur í Klaksvík týskvøldið klokkan 19.45, og Conference League-fótbóltur hóskvøldið klokkan 19.45, tá NSÍ verður vertur. Klokkan 20 hósdagin spælir Víkingur í Íslandi.

KÍ skal, eins og fyri tveimum árum síðani, møta meistaraliði úr Luksemborg í fyrsta umfari í Champions League. Føroyameistararnir leggja fyri, fyri tey føroysku liðini í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skal, eins og fyri tveimum árum síðani, møta meistaraliði úr Luksemborg í fyrsta umfari í Champions League. Føroyameistararnir leggja fyri, fyri tey føroysku liðini í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-06 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kappingin er farin í summarsteðg, men KÍ, NSÍ og Víkingur skulu beint í evropeiska eldin - HB kemur inn í 2. umfar í Conference League seinni í juli.

KÍ og NSÍ hava heimavøll hesa vikuna. Eins og í fjør brúkar NSÍ vøllin við Djúpumýru, sum týskvøldið verður karmur um Champions League-dyst og hóskvøldið um Conference League.

[object Object]
Daniel Obbekjær og Emil Weihe Joensen fegnast um eitt av fýra málunum hjá NSÍ í stórsigrinum á HJK Helsinki í fjør. Tað gekk galið í Finnlandi vikuna eftir, men fyrsti heimadystur hjá NSÍ í Klaksvík var minniligur (Mynd: Sverri Egholm)

Báðir dystirnir við Djúpumýru hesa vikuna byrja klokkan 19.45 - atgongumerki finnast her.

Víkingur spælir fyrra dystin móti Stjarnuni hóskvøldið 9. juli klokkan 20 føroyska tíð. Formsterka liðið úr Eysturkommunu skal royna at fáa eitt gott útgangsstøði til dystin í Føroyum. Hópurin hjá Víkingi er í dag farin til Íslands, við fitt av fjepparum við.

[object Object]
Víkinga-ferðalagið undan fráferð í Vágum fyrrapartin (Mynd: Víkingur)

Champions League 1. umfar
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) - FM1 sigur frá

Les eisini: KÍ fekk dreyma lutakast

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta) - FM1 sigur frá

Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
20.00: Stjarnan (Ísland) - Víkingur 

Sí eisini: Víkingur til Íslands - NSÍ til Malta

Tìðin í Íslandi er føroysk tíð - liðini spæla seinnu dystirnar í næstu vikurnar. Samanlagdi vinnarin fer víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder