Fótbóltur

Stór undran og forargilsi: FIFA hevur tikið leikbannið hjá amerikanska HM-toppskjúttanum aftur

Folarin Balogun kann spæla móti Belgia í nátt, hóast hann fekk reytt kort móti Bosnia. Donald Trump hevur tosað við Gianni Infantino áðrenn avgerðina og takkað FIFA-forsetanum aftaná - í Belgia og í fótbóltsheiminum vísir man sum vera man misnøgd fyri at gingið verður ímóti reglugerðini.

Trump og Infantino hava eitt gott samband og eftir avgerð um at strika leikbann, eru gitingarnar farnar í gongd. Okkurt hava teir báðir váttað (Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix)

Trump og Infantino hava eitt gott samband og eftir avgerð um at strika leikbann, eru gitingarnar farnar í gongd. Okkurt hava teir báðir váttað (Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-06 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At FIFA og politikkur ymsastaðni í heiminum hanga saman er eingini loyna - hóast FIFA roynir at vísa á, at tað púrasta er óheft av politikki.

Søgan hevur ferð eftir ferð prógvað, at altjóða fótbóltssamgongan kann lata um seg ganga við ymiskum, hóast tað ikki er í samsvari við óhefta hugsanarháttinum, andan í fótbólti og enntá fleiri ferðir: Við mannarættindi.

Tað er tó ógvuliga óvanligt, at ein spælari í einum HM-endaspæli ikki fer leikbann, eftir at hava fingið reytt kort.

Fordømi er Garrincha, sum í hálvfinaluni í 1962 varð útvístur fyri at sparka ein spælara hjá Kili. Brasiliumaðurin spældi tó í finalusigrinum á Kekkoslovakia. 

Politikkarar blandaðu seg - bæði í Brasil og Kili - og FIFA hevði einki ímóti at stóra stjørnan hjá Brasil var við í finaluni. Pelé var eisini skaddur tá.

Balgoun við móti Belgia

Í 1962 vóru reyð og gul kort ikki tikin í nýtslu. Ein útvísing gav heldur ikki automatiskt eitt leikbann í minst ein dyst, tí tað skuldi viðgerast frá støðu til støðu. Sum í hondbólti nú.

Men um hugt verður eftir HM- og FIFA-reglugerðini nú, so eigur tað ikki at bera til, at ein spælari sleppur undan leikbanni eftir eitt reytt kort.

Men tað sleppur Folarin Balogun. Amerikanski áleyparin, sum skoraði til 1-0 og sum er toppskjútti hjá USA í endaspælinum, fekk beinleiðis reytt kort í 2. hálvleiki í 1/16-finaluni móti Bosnia-Hersegovina. Hetta fyri at stempla ein verjuspælara hjá Bosnia.

[object Object]
Mynd: Ritzau/Scanpix

Tað sá ikki út til at vera so tilvitað, men ófantaligt og eftir VAR-kanning varð Balogun vístur av vølli. 

Hann spælir tó kortini í Seattle í nátt, tá USA og Belgia spæla um at koma í 1/4-finaluna. Hetta tók FIFA støðu til sunnudagin, og avgerðin er staðfest týskvøldið. Belgia kærdi ikki óvæntað, 

Fótbóltssambandið í Belgia hevur í skrivi gjørt greitt, at hendan avgerðin er "ófatilig", og at eingin verulig grungeving er komin frá FIFA. 

Fótbóltssambandið í UEFA hevur eisini alment gjørt vart víð sína ónøgd: At hetta gongur ímóti tí sum fótbóltur er.

Trump ringdi til Infantino

At áleyparin hjá USA kortini sleppur at spæla móti Belgia kann fáa stóran týdning fyri útfallið. Og framferðarhátturin hjá FIFA og politisku skipanini í USA hevur fingið nógv upp í reyða feltið.

Júst hvussu nógv er farið fram handan leiktjøldini, er ikki greitt. Tað er tó ikki bert bygt á gitingar, at Donald Trump og onnur hava verið íblandaði: Tað er váttað.

Hetta hava fleiri stórir altjóða miðlar, millum annað í USA skrivað, og seinnapartin týsdagin staðfesti Donald Trump á tíðindafundi, at hann hevði tosað við Gianni Infantino áðrenn og aftaná avgerðina:

Fyrst fyri at siga, at amerikanski forsetin metti, at hetta var ein skeiv avgerð og fyri at biðja um eina eindurskoaðn. Fyrst skilti Trump ikki hvat eitt reytt kort, men at ein spælari var "farin eitt sindur hart inn í ein annan og harvið skuldi sita ein dyst úti kundi ikki verða rætt". Í USA heldur man, at útvísingin var órættvís.

Aftaná at leikbannið varð tikið burtur, takkaði Donald Trump í telefonsamrøðu við FIFA-forsetan fyri, at Balougun kann spæla. Teir báðir hava eitt gott samband, og fyri kortum fekk Donald Trump fyrstu FIFA-friðarheiðurslønina.

Gianni Infantino hevur eisini váttað, at hann millum annað hevur tosað við Trump um málið, men at tað ikki hevði havt nakra ávirkan.

- Vit tosaðu um fleiri ting, og eg tosi við fleiri statsleiðarar og onnur í politikki. Avgerðin hevur einki havt við tað at gera. Hetta er í samsvari við part av reglugerðini hjá FIFA.

[object Object]Gianni Infantino til ein av mongu dystunum, sum hevur verið til undir endaspælinum. Nýggjast avgerðin hjá FIFA sær út sum, at man hevur latið USA eina hjálpandi hond (Mynd: Michael Steele/AFP/Ritzau Scanpix)

USA og Belgia spæla týsnáttina klokkan 01.00 føroyska tíð. Tað verður við Balogun á vøllinum - og nógvum eygum á 1/8-finaluni

HM-áttandapartsfinalur
Mánadagin 6. juni
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)

20.00: Portugal - Spania (DR1/DRTV)

Týsdagin 7. juni
01.00: USA - Belgia (TV2 Sport X/TV2 Play)

17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia

Sunnudagin 5. juni
Brasil - Noreg  1-2 (0-0)


Leygardagin 4. juli
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder