Fótbóltur

KÍ skal taka fyrsta fetið móti longum evropeiskum summari

Vinna føroyameistararnir samanlagt móti Atert Bissen, skulu teir spæla minst átta evropeiskar dystir í ár. KÍ stendur sum favorittur í Klaksvík í kvøld, har fyrsta bríksl er klokkan 19.45.

KÍ hevur eina rúgvu av royndum frá Evropa í seinastu árunum. Millum annað frá 2024, tá KÍ sló Differdange, sum tá var meistaralið í Luksemborg, út úr 1. umfari í Champions League. Her sæst Páll Klettskarð í heimadystinum, sum endaði 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur eina rúgvu av royndum frá Evropa í seinastu árunum. Millum annað frá 2024, tá KÍ sló Differdange, sum tá var meistaralið í Luksemborg, út úr 1. umfari í Champions League. Her sæst Páll Klettskarð í heimadystinum, sum endaði 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-07 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú summarsteðgur er í landskappingini, verða eyguni vend móti evropeisku kappingunum hjá fleiri av føroysku liðunum.

KÍ leggur fyri í Champions League. Tað er ein ávísur dámur í Klaksvík, tá KÍ skal spæla evropeiskar dystur, og í kvøld skal liðið hjá Magnusi Powell royna at tryggja sær eitt gott útgangsstøði til útidystin í 1. umfari í Champions League.

Mótstøðuliðið er Atert Bissen, sum á lutakastsdegnum varð mett sum eitt dreyma lutakast. KÍ stendur eisini sum favorittur móti meistaraliðnum úr Luksemborg, sum í 2025 flutti upp úr næstbestu deildini og fyri stuttum stóð við steypinum.

Hetta verður fyrstu ferð, at Bissen skal spæla í evropeiskari kapping. Hinvegin hevur KÍ eina rúgvu av royndum frá seinastu árunum. Millum annað frá 2024 tá KÍ sló Differdange, sum tá var meistaralið í Luksemborg, út úr 1. umfari í Champions League.

KÍ-liðformaðurin metir, at mótstøðuliðið í dag kanska sær eitt vet betri út enn Differdange. Tá vann KÍ 2-0 í Klaksvík (Árni Frederiksberg bæði málini), og tað endaði 0-0 í Luksemborg.

Les eisini: Jákup B. Andresen: - Hetta liðið er kanska eina tonn betri enn tað í 2024

Tá var Jákup Biskopstø Andreasen ikki við vegna skaða. Miðvallarovastin er ivasamur til hendan dystin vegna trupulleikar í rygginum. Teir gjørdu, at liðskiparin hjá KÍ  noyddist út í steðginum móti 07 Vestur fyri níggju døgum síðani, og at hann spældi ikki í Runavík men vónar at vera klárur til stóra dystin í morgin:

- Vit arbeiddu við sakini í síðstu viku. Nú arbeiða vit víðari og vóna, at tað líkasum gleppir, so at eg fái spælt týskvøldið, segði Jákup B. Andreasen við Pætur Nolsøe í sendingini 3. hálvleikur sunnukvøldið.

Hoyr alla samrøðuna frá 24.18 her

KÍ er framvegis uttan millum annað René Shaki Joensen og Patrik Johannesen, sum eru langtíðarskaddir. Fyrrnevndi er skjótt til reiðar aftur - annars hevur liðið nógvar spælarar við góðum royndum í Evropa. Spurningurin er, um liðið kann hanga púrasta saman og finna eitt hægri stig fram, enn víst hevur verið í seinastu dystunum í Føroyum.

Um tað eydnaðist at koma víðari úr hesum umfarinum, skal KÍ spæla minst seks dystir afturat í Evropa, tí so eru "eykamøguleikar" tryggjaðir. Hetta var tað, sum hendi í 2023 og í 2024. 

Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) 

FM1 sigur frá og tað verður eisini nógv tilfar frá dystinum á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder