Fótbóltur

Fyri fyrstu ferð í 72 ár: Sveis millum tey seinastu átta

Koppaði Kolumbia eftir brotsspark í seinasta HM-dystinum í Kanada. Harvið eru øll fjórðingsfinaluliðini funnin, og 1/4-finalan sunnudagin eitur Argentina - Sveis.

Teir hjá Sveis stórfegnast í Vancouver (Myndir: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix)

Teir hjá Sveis stórfegnast í Vancouver (Myndir: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-08 00:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So at siga alt HM-undirhaldið í kvøld var í Atlanta, men tað varð eisini nakað av drama í Vancouver - brotssparksdrama.

Sum tann einasta av áttandapartsfinalunum, skuldi Sveis - Kolumbia avgerðast úr ellivu metrum. Hetta tí at liðini ikki megnaðu at skora fyrstu 120 minuttirnar.

Í brotssparkskappingini brendi Manuel Akanji fyri Sveis, eins og í EM-fjórðingsfinaluni móti Onglandi. Men miðevropeiska liðið kom kortini í sína fyrstu HM-fjórðingsfinalu síðani á heimavølli í 1954.

Tí Kolumbia kiksaði tvær ferðir. Gregor Kobel bjargaði eina ferð, og so kundi Ruben Vargas avgerða.

Harvið er Kolumbia, eins og í 2018, úti eftir 1/8-finalu. Sveis skal royna seg móti argentinsku heimsmeistarunum sunnudagin. 

HM-áttandapartsfinalur
Týsdagin 7. juni

Sveis - Kolumbia 4-3 eftir brotsspørk (0-0 eftir 120 minuttir)

Argentina - Egyptaland 3-2 (1-0)

USA - Belgia 1-4 (1-2)
 
Mánadagin 6. juni
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)

Portugal - Spania 0-1 (0-1)

Sunnudagin 5. juni
Brasil - Noreg  1-2 (0-0)


Leygardagin 4. juli
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)



Hesar eru HM-fjórðingsfinalurnar:
Hósdagin 9. juli
21.00: Frakland - Marokko - Foxborough, USA

Fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia - Los Angeles, USA

Leygardagin 11. juli 
22.00: Noreg - Ongland - Miami, USA

Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis- Kansas City, USA

Í dag, mikudagin 8. juli er HM-hvílidagur. Tann fyrsti slíki í endaspælinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder