Fótbóltur

Fleyg yvir Føroyum: Leiguflogfarið hjá maltesum er lent í Vágum

Hópurin hjá Hamrun Spartans skuldi koma í gjár, men fingu ikki lent orsakað av mjørka. Í dag eydnaðist og sostatt kann dysturin móti NSÍ í kvøld avgreiðast.

2026-07-09 11:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 11:40: Fyri lítlari løtu síðan lendi flogfarið við Hamrun Spartans í Vágum.

--

Flogfarið við hópinum hjá mótstøðuliðnum hjá NSÍ fekk ikki lent í gjár og mátti liggja nátt í Bergen.

Nú verður aftur ein roynd gjørd at lenda í Føroyum - eftir øllum at døma tann seinasta í dag.

Sí eisini: Mótstøðuliðið hjá NSÍ roynir nú aftur at seta kósina móti Føroyum

Tá flogfarið nærkaðist Sandoynni varð farið at flúgva í ring. Nú verður helst bíðað eftir einari eitt sindur klárari løtu í Vágum.

Dagført 11.27: Júst nú sæst leiguflogfari hjá Hamrun Spartans ikki á Flight Radar, men tað er framvegis í bíðistøðu. Sambært fae.fo stendur flogfarið sum "seinkað"

Fylg flogfarinum her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder