Fótbóltur

Argentina og Ongland spæla HM-hálvfinalu mikukvøldið

Argentina sendi Sveis út eftir longda leiktíð, tá Sveis spældi í undirtali. Hálvfinalurnar verða spældar týskvøldið og mikukvøldið og finalan um eina viku.

Mynd: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix

2026-07-12 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið hittast Argentina og Ongland fyri fyrstu ferð í yvir tjúgu ár og fyri fyrstu ferð so mikið seint í einari stórari kapping. 

Eftir fjórðingsfinalurnar í gjárkvøldið og í nátt gjørdist greitt, at arvafíggindarnir skulu spæla HM-hálvfinalu á fyrsta sinni. Hetta í Atlanta hóskvøldið.

Bæði vunnu eftir 1-1 í vanligari longtíð og síðani longda leiktíkð í fjórðingsfinalunum: Ongland 2-1 á Noreg og Argentina 3-1 móti Sveis

Sí eisini: Bellingham sløkti norska dreymin

[object Object]
Jude Bellingham sendi Ongland í HM-hálvfinalu fyri aðru ferð seinastu trý HM-endaspølini - og fyri fjórðu ferð seinastu fimm stóru endaspølini (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)

Alexis Mac Allister legði Argentina á odda tíðliga í Kansas býi, tá Liverpool-miðvallarin stýrdi góðum hornasparksinnleggi hjá Lionel Messi í málið. Sveis svaraði tó aftur og mest lívligi álopskendi spælarin, Dan Ndoye, javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Men lítla løtu seinni gjørdust fyritrytirnar hjá miðevropeiska liðnum verri. 

Í 72. minutti varð fríspark dømt móti Breel Embolo, og Leandro Paredes hjá Argentina fekk gult kort. Men VAR kom uppí leikin, og Embolo fekk heldur sítt seinna gula kort fyri film.

Tað gekk hjá Sveis til 111. minutt, so varð 2-1 og í 120. minutti 3-1. Hesaferð var tað ikki HM-oppskjúttin Lionel Messi (javnsettur við Kylian Mbappé), men álopsfelagarnir Julian Alvarez og Lautaro Martinez, sum skoraðu avgerandi málini hjá Argentina. 2-1 málið hjá nógv umbidna Alvarez var dreymamál.

[object Object]Alvarez royndi seg...(Mynd: Albert Gea/Reuters/Ritzau Scanpix)

[object Object]...og Kopel rakk ikki eftir frálíka skotinum (Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Og so brast á við argentiskum fagnaði (Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix)

Harvið kom Argentina framvið enn einari forðing sum favorittur - eftir tógvið stríð. Mikukvøldið bíðar higartil størsta avbjóðingin hjá heimsmeistarunum: Tá Ongland og Argentina spæla á pappírinum mest týdningarmesta dystin millum londini higartil.

Ongland hevur smalt yvirtak søguliga, men bæði í 1986 og í 1998 sendi Argentina fótbóltsins móðurland út úr endaspælinum eftir drama. Hetta í ávikavist í fjórðingsfinalu og áttandapartsfinalu.

Týsdagin spæla Frakland og Spania eina aðra, á pappírinum, ógvuliga spennandi hálvfinalu. Harvið kann framvegis gerast talan um endurtøku av frálíku finaluni frá 2022 (3-3 og síðani Argentina eftir brotssparkskapping)

Allir týðandi dystir frá nú av byrja klokkan 20 føroyska tíð. Sí yvirlit niðanfyri.

HM 2026 fjórðingsfinalur:

Í gjár, leygardagin 11. juli 
Noreg - Ongland 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
36' Andreas Schjelderup 1-0
45 (+2)' Jude Bellingham 1-1
93' Jude Bellingham 1-2

Sunnudagin 12. juli
Argentina - Sveis 3-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
10' Alexis Mac Allister 1-0
67' Dan Ndoye 1-1
112' Julian Alvarez 2-1
120' Lautaro Martinez 3-1

Hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0 
66' Ousame Dembelé 2-0 

Í gjár, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia 2-1 (1-1)
30' Fabian Ruiz 1-0
41' Charles de Ketelaere 1-1
88' Mikel Merino 2-1

Sí eisini: Mikel Merino sendi aftur Spania víðari

-----------------------------------------

HM-Hálvfinalur
Týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
20.00: Frakland - Spania 

Mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
20.00: Ongland - Argentina

Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl.22) og 19. juli (kl.20)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder