Fótbóltur

Haaland: - Um hatta var fríspark eigi eg fríspark í flestu nærdystum

Noreg hevði bóltin í málinum, og 2-1 var á talvuni, men VAR-fríspark dømt eftir nærdyst beint áðrennn hornasparkið. Sjálvur helt norski stjørnuáleyparin tað vera "soft". Ein veirur var møguliga eisini í leikinum í sambandi við 1-1 málið.

Eg skumpi hann (Anderson, red.) eitt sindur. Men tað er ein nærdystur. Og um hatta er eitt fríspark, so eigi eg sjálvur fríspark í so at siga øllum nærdystum í øllum dystum, tá hinir skræða í meg, staðfesti bersøgni norðmaðurin (Mynd: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix)

Eg skumpi hann (Anderson, red.) eitt sindur. Men tað er ein nærdystur. Og um hatta er eitt fríspark, so eigi eg sjálvur fríspark í so at siga øllum nærdystum í øllum dystum, tá hinir skræða í meg, staðfesti bersøgni norðmaðurin (Mynd: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-12 20:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Noreg er bæði stoltleiki og iðran eftir tapið í longdari leiktíð fyri Onglandi í søguliga HM-dystinum leygarkvøldið.

Sí eisini: Bellingham sløkti norska dreymin

Nógv, norðmenn og onnur sum hava samkenslu við teimum reyðkløddu, peika eisini eftir nøkrum VAR-avgerðum, sum gjørdust týðandi

Millum eina sum ikki kom: Tá bólturin sá út til at raka ein veir ella leidning, ið var knýttur til eitt kamara, og skifta kós, í sambandi við 1-1 málið hjá Onglandi.  

Kippið í bóltinum, sum skrásettur nertingar, segði tó ikki frá, Men upptøkur frá millum annað bretska BBC siga nakað annað. Harvið átti tað eftir lógini, eftir øllum at døma, at verið dømt dómarauppkast.

Hetta hendi ikki, men heldur varð eitt møguligt 2-1 mál hjá Noreg kolldømt í 2. hálvleiki. 

Torbjørn Heggem setti bóltin í enska málið, í sambandi við hornasparksstøðu, men eftir VAR-kanning dømdi franski dómarin fríspark móti Erling Haaland.

Hetta fyri at skumpa Elliot Andersen. Teir báðir komandi Manchester City-liðfelagirnir stóðu og stríddust nakað, eins og teir gjørdu í øðrum førum, og so gav norðmaðurin onglendingum eitt lítið skump við hondunum.

Tað var heldur óneyðugt, men heldur ikki nakað ógvusligt - líknandi støður henda í sambandi við fleiri deyðbóltar. Tað sær eisini heldur ógvusligt út, tá tað er júst Erling Haaland, og tað vísti stóri og sterki norðmaðurin á í viðmerking til mongu áhugaðu miðlarnar í Miami eftir fjórðingsfinaluósigurin.

- Eg skumpi hann (Anderson, red.) eitt sindur. Men tað er ein nærdystur. Og um hatta er eitt fríspark, so eigi eg sjálvur fríspark í so at siga øllum nærdystum í øllum dystum, tá hinir skræða í meg, segði bersøgni norðmaðurin og staðfesti víðari

- Eg helt, at tað var"soft" (bleytt/tunt dømt)

[object Object]
Her er ein av nærdystunum, har Elliot Andersen man siga at veruliga ahva fatur á Haaland - men einki fríspark. Norski áleyparin vísti helst til slíkar søgur eftir dystin í gjár (Mynd: Elsa/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]
Hetta var tann fyrsti av seks HM-endaspælsdystum higartil, at Erling Haaland, fór av vølli uttan at skora. Og fyrstu ferð síðani 2024, at vandamikli áleyparin ikki skoraði í dysti fyri Noreg. Kropsliga sterki 9'arin sá millum annað út til at vera merktur a hitanum og slavnu luftini í Miami og varð útskiftur, sjálvt um Noreg tørvaði javnleik (Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder