Fótbóltur

NSÍ skal spæla í umleið 30 hitastigum og slavnari luft hóskvøldið

Oddaliðið í Meistaradeildini skal vinna á Malta, har umstøðurnar ikki eru so lokkandi fyri eitt føroyskt lið. Liðini spæla hóskvøldið klokkan 18.30 føroyska tíð.

mynd: Sverri Egholm

mynd: Sverri Egholm

2026-07-15 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit iðra okkum um 2. hálvleik, har okakra stig fellur. Men nú noyðast vit bara at vinna á Malta. Har verður heitt, men tað kunnu vit eisini spæla í og skulu eisini royna at njóta tað.

Nakað soleiðis tók royndi landsliðspælarin og lyklamaðurin í NSÍ-verjuni, Viljormur Davidsen, til hóskvøldið.

Sí eisini: Viljormur Davidsen: - Nú noyðast vit bara at vinna á Malta

Hetta var eftir 1-1 javnleikin móti Hamrun Spartans við Djúpumýru, har NSÍ var greitt omaná og legði seg á odda í 1. hálvleiki, men sum ikki megnaði at halda stásið við líka eftir steðgin.

Taptu samanlagt 1-4 í seinna hálvleiki: - Føroysku liðini eru pøst alt ov nógv

Tá visti Viljormur Davidsen, at avbjóðingin fór at vera stór. Eitt er, at Hamrun Spartans hevur betri fyritreytir til seinna dyst: Hava nú fingið ein kappingardyst og ikki verið veðurfastir í eitt samdøgur. Mótstøðuliðið hjá NSÍ lendi um middagsleitið dystardagin, og kappingin á Malta koyrir ikki í løtuni.

Gras og serliga veðurlagið er eisini á pappírinum til fyrimuns fyri Hamrun Spartans í morgin. Í løtuni eru um 30 hitastig á Malta, men tað kennist sum meira á lítlu oynni í Miðjarahavinum. Luftin er eisini slavin, og luftvætan gerst hægri út á kvøldið.

Tað verður áleið tað sama í annaðkvøld. Sambært veðurtænastunum vit hava hugt at, vera tað 29-31 hitastig við dystarbyrjan í Ta' Qali, har maltesiska fótbóltssambandið hevur høvuðssæti. Tað er klokkan 19.30 lokala tíð, og tískil fer sólin niður út á fyrra hálvleik. 

Tað er ikki so galið, men luftvætan (humidity) fer meira og meira upp, og endar mest sannlíkt við at liggja millum 70 og 75 proset undir dystinum. Tað ger tað tungt fyri NSÍ'arnir, sum komu til Malta týsdagin.

[object Object] 

Meinhard Egilsson Olsen er ikki tøkur fyri NSÍ enn (skaði umframt vantandi skrásett til 1. umfar í Conference League), og hópurin er heldur smalur í løtuni. Samanlagt stendur Hamrun Spartans sum favorittur at koma víðari móti felagnum, sum ikki hevur roynt at vunnið samanlagda uppgerð (yvir tveir dystir) í Evropa.

Í morgin verður tað tó upp til NSÍ at venda fyritreytunum og mótprógva nøkrum á Malta. NSÍ er oddalið í Føroyum og vísti í 1. hálvleiki í fyrra dystinum, at hetta liðið kann man saktans fáa tamarhald á í ávísum støðum.

Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
18.30: Hamrun Spartans - NSÍ (1-1)

Leinkja til stroyming kemur mest sannlíkt í morgin. Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder