Hondbóltur

Norðurlendskt brak klokkan 10 fríggjadagin

Føroysku U20-menninir fara at royna at enda í topp-tíggju EM-endaspælinum. men Noreg verður ein stór avbjóðing. Portalurin vísir dystin ókeypis.

Rúnar Hammer og hinir skulu nú royna seg móti Noreg (Mynd: FRH)

Rúnar Hammer og hinir skulu nú royna seg móti Noreg (Mynd: FRH)

2026-07-16 19:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar gjørdu bart í 2. hálvleiki móti Ísrael í dag og tryggjaðu sær harvið luttøku í U21 HM næsta ár.

Myndir: Føroysk frøi í Cluj-Napoca

Næsta málið er at enda so høgt sum gjørligt í hesum endaspælinum. Føroyar hava tryggjað topp-12, at enda í ovaru helvt og fara nú eftir at enda omanfyri Noreg, Eysturríki og Portugal.

Tað verður trupult, men nú kunnu føroyingar spæla frítt, og teir hava samanlagt spælt ógvuliga væl í teimum báðum seinastu dystunum: Móti Týsklandi og Ísrael. 

Næsta mótstøðuliðið er Noreg, sum ikki slapp framvið Danmark og Kroatia í bólkaspælinum og sum í niðara miðumfarinum tapti fyri Lettlandi men vann á Eysturríki.

Noreg og Føroyar hittast til norðurlendskt brak klokkan 12 lokala tíð - sum er klokkan 10 okkara tíð. Vit senda frá klokkan 9.45

Eins og undanfarnu dystirnar, stroymir Portalurin ókeypis, Til ber eisini at lurta á FM1

Sí eisini: Lýðar var nærum lýtaleysur - Føroyar fóru frá Ísrael í 2. hálvleiki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder