Eftir at plássið til U21 HM næsta ár varð tryggjað móti Ísrael í gjár, kunnu føroysku U20-menninir spæla meira frítt í dag, tá Noreg er á skránni.
Les meira: Norðurlendskt brak klokkan 10 fríggadagin
Føroyingar hava tó ymiskt at spæla fyri. Styrkisstig og sigrar kunnu flyta fyri hesar, og serliga komandi árgangir. Og so vil man sjálvandi gjarna enda so høgt sum gjørligt í EM-endaspælinum.
Føroyar hava tryggjað sær topp-12. Tað vil siga at enda í ovaru hálvu. Men eydnast tað at vinna í dag og sunnudagin móti Eysturríki/Portugal, enda føroyingar nummar níggu.
So høgt er eitt føroyskt ungdómslandslið ikki endað í einum EM-endaspæli. Í 2022 endaðu Føroyar á 10. plássi av tá 16 liðum. Talan var um 02- og 03-árgangirnir, sum vunnu á Danmark í bólkaspælinum men ein skaði hjá Eliasi Ellesen á Skipagøtu var við at órógva, og liðið endaði í niðara miðumfarinum.
Har vunnu Føroyar fyrst á Noreg, og í dag skulu 06- og 07-árgangirnir royna seg móti Noreg. Ein trupul uppgáva, men norðmenn hava ikki havt tað besta endaspælið og taptu týsdagin fyri Lettlandi.
Portalurin vísir dystin, sum byrjar klokkan 10 føroyska tíð, ókeypis í Føroyum. Tað verður við Helga Hildarson Hoydal sum viðmerkjara. Royndi strikuspælarin hjá H71 og á A-landsliðnum spældi í Noreg í nógv ár og spældi U21 HM í 2017.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald