Tað eru uppflytararnir, sum í stóran mun skulu byggja á góðu gongdini fyri summarsteðgin, og nummar trý, ið hóast 11 góð umfør á ein hátt skal venda gongdini.
Seinna liðið er B36, sum var væl við í oddastríðnum fram til landsliðssteðgin í juni. Men bert tvey stig seinastu fimm umførini, harímillum nøkur vánalig avrik, hava sett evropeiska plássið til næsta ár í størri vanda, og tað var eisini við at fremja venjaraskifti í B36: Jákup á Borg hevur tikið við sum venjari fyri Jákup Martin Joensen - fyribils stendur ítróttarstjórin á odda restina av 2026
Sí eisini: Jákup á Borg tekur yvir (B36 Varpið)
Fyrsta uppgávan er á heimavølli, og á ólavsøku, móti grannunum úr AB. Liðið hjá Øssuri Hansen hevur bergtikið í stórum pørtum av kappingini: Bæði í mun til leiklig avrik og úrslit móti serliga ovaru liðunum.
Tap móti Skála, 07 Vestur og EB/Streymi hava tó gjørt, at AB framvegis ikki er veruliga leyst frá niðurflytingarstríðnum. Ólavsøkuuppgerðin, sum feløgini hava fingið í lag við at flyta dystin í 18. umfari, kann geva greið tekin.
Les eisini: AB og B36 standa fyri ólavsøkubrakinum í Gundadali
![]()
Tað endaði 4-1 til B36, tá liðini hittust á Argjum síðst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)
Ólavsøkudysturin í Meistaradeildini byrjar klokkan 19 í dag, týsdagin 28.
juli. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald