Fótbóltur

KÍ'arnir til reiðar til lagnudyst í Litava

Liðið hevur havt seinastu venjingina - til ber at síggja nakrar myndir her. Úrslitið ólavsøkudag kann skilmarka kappingarárið. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni hjá KÍ.

Páll Andrasson Klettskarð hevur málið í eygsjón (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Páll Andrasson Klettskarð hevur málið í eygsjón (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

2026-07-28 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin setti KÍ-hópurin, umvegis Oslo, kósina móti Litava. Har eru lagnudystur, møguliga fyri kappingarár felagsins, á skránni ólavsøkudag.

Eftir 0-0 í fyrra dystinum í Føroyum er setinginurin greiður: Liðið hjá Magnusi Powell skal vinna á Kauno Zalgiris í Litava, um KÍ skal spæla seg í 3. umfar í Conference League. Og harvið eisini tryggja í evropeiskt deildarspæl í fyrstu av trimum royndunum í ár.

Deilarspæl er eitt stórt mál hjá KÍ í ár - tað er ikki dult. Um tað ikki eydnast í morgin, bíðar møguleiki í Europa League og síðan i Conference League, um man eisini verður ov stuttir í EL.

Árni Frederiksberg venur, og tað ger René Shaki Joensen eisini. Seinasta venjing undan lykladystinum var fyrr í kvøld.

Niðanfyri síggjast myndir, sum Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography tók í Jonava fyrr í kvøld.

Viðmerkjarar: Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri enn við Árna

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - dysturin kann stroymiast fyri eitt gjald á tv.ki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder