Hondbóltur

U18 EM: Boas og Jónas skaraðu framúr móti Finnlandi - í kvøld er Spania á skránni

Ársins spælari í Føroyum síðsta kappingarár skoraði 13 ferðir og varð kosin dagsins spælari ólavsøkudag, meðan yngsti maður hjá Føroyum skoraði sjey ferðir. Dysturin móti Spania byrjar klokkan 18.30 og sæst á Portalinum.

Jónas Fossabrúgv er bert 16-ára gamal - tað var torført hjá finnum at handfara hoyvíkingin, sum veruliga fór at undirhalda út á fyrsta endaspælsdyst sín (Myndi: Dusan Sandic)

Jónas Fossabrúgv er bert 16-ára gamal - tað var torført hjá finnum at handfara hoyvíkingin, sum veruliga fór at undirhalda út á fyrsta endaspælsdyst sín (Myndi: Dusan Sandic)

2026-07-30 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onkutíð kann tað, sum er trupult síggja so lætt út í hondbólti. Og tað var tað, sum serliga Boas Ellefsen á Skipagøtu og Jónas Fossabrúgv evnaðu út á dystin móti Finnlandi í gjár.

Samanlagt 20 mál av teimum 38 - Boas 13 og Jónas 7 - í fyrsta endaspælsdysti teirra. Umframt hetta hevði Boas á Skipagøtu flest upplegg í dystinum, og bæði hann og Jónas Fossabrúgv flottar smálutir í spælinum: Kvik fótskifti, rullifintar og annað, har finskir spælarar bara vóru settir, ferð í spælinum umframt sannførandi skot.

[object Object]
Ein av fríspælingunum hjá ársins spælara í bestu mansdeildini móti Finnlandi 

[object Object]
Boas Ellefsen á Skipagøtu vann eisini eina rúgvu av ein-ímóti einum støðum

[object Object]Og finnar fingu ikki steðgað 16-ára gamla høgra bakkinum hjá Føroyum (Myndir: Dusan Sandic)

Sí øll hagtølini frá Føroyar - Finnland her

Saman við serliga Gabriel Skeel Árnason (3 mál), fingu teir ferð og góðsku í føroyska spælið. Og allir skoraðu væl eftir steðgin.

Av vongplássunum skoraðu Axel Holm Simonsen og Jóan Petur Mortensen nøkur góð mál - samanlagt ávikavist fýra og trý, og verjuparturin var við at økja um. Har fingu Teitur Bogason og Hugin Halgirsson tað at hanga saman í miðverjuini, við góðari hjálp frá Axeli og Gabriel undir lið teirra.

Les eisini: Føroyar løgdu fyri við flottum ólavsøkusigri á Finnlandi

[object Object]
Fyrsta partin av 2. hálvleiki fekk Finnland lítið at rigga í álopspartinum - føroyska verjan var stinn, meðan man allatíðina kom til góðar møguleikar í álopinum 

[object Object]Micah Wardum Ragnarsson átti nakrar stórbjargingar eftir steðgin (Myndir: Dusan Sandic)

U18 EM-endaspæl, fyrsta umfar
Mikudagin 29. juli í Beograd
Føroyar – Finnland 38-31 (17-16)

Toppskjútti og dagsins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (13 mál) - øll hagtølini hjá EHF

Harvið góð endaspælsbyrjan hjá U18-monnunum, sum at enda vunnu við sjey málum. Í dag harðnar mótsstøðan - Spania er á skránni.

Spania vann 25-23 á Eysturríki mikukvøldið. Talan er um lið við nógvari dygd hjá einstøku spælarunum. Teir hjá Spania gjørdu tó rímiliga nógv mistøk i fyrsta dystinum. So er spurningurin, hvat favorittarnir raka móti Føroyum - og hvussu føroyingarinir í Serbia tillaga seg til sterkari mótstøðu í EM-bólkadysti nummar tvey.

Sí fleiri myndir frá fyrsta føroyska dystinum í Serbia her

Portalurin stroymir dystin í kvøld, ókeypis og við føroyskum frásøgufólki. Byrjað verður klokkan 18.15.

U18 EM-endaspæl, bólkur F
2. umfar av trimum, hósdagin 30. juli
18.30: Føroyar - Spania

Støðan: 
1. Føroyar 2 stig
2. Spania 2 stig 
--------------------
3. Eysturríki 0 stig
4. Finnlandi 0 stig

Tvey lið koma víðari til miðumfari

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder