Evropeiskur fótbóltur á FM1 klokkan 18 og EM-hondbóltur á Portalinum 18.30

Rúni á Reynatrøð og Bill McLeod Jacobsen vera til reiðar á Tórsvølli, har HB tekur ímóti Motherwell, og Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari, tá Spania er á skránni hjá U18-monnunum. Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum hjá HB og NSÍ ovast á Portalinum.

HB spældi ein góðan heimadyst í Conference League í fjør móti Brøndby - nú snýr tað seg um Motherwell, sum vann 2-0 í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB spældi ein góðan heimadyst í Conference League í fjør móti Brøndby - nú snýr tað seg um Motherwell, sum vann 2-0 í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um spennandi ítróttakvøld, sum vit fara at fylgja tætt á FM1 og Portalinum. 

HB tekur ímóti Motherwell klokkan 18 og skal royna at gera ein vørr á Tórsvølli. Har vera Rúni á Reynatrøð og Bill McLeod Jacobsen til reiðar við mikrofonirnar, og til ber at lurta á FM1

Teitur Gestsson: - Skora vit fyrsta málið so verður eldur í

[object Object]
Rúni á Reynatrøð verður frásøgumaður til evropeiska brakið á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli á Tórsvølli 
18.00: HB - Motherwell (0-2) - FM1

Í kvøld, í Koper
19.45: FC Koper - NSÍ (2-0)

Sí eisini: HB og NSÍ hava nógv at venda í kvøld

Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum

Á Portalinum kann EM-hondbóltur stroymast beinleiðis. Føroysku U18-menninir løgdu fyri við flottum spæli og tryggum sigri á Finnlandi ólavsøkudag. Nú biðar størri og spennandi avbjóðing móti Spania. 

Sent verður frá klokkan 18.15 - dysturin byrjar klokkan 18.30, og Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari.

[object Object]
Hugin Halgirsson og hinir skulu dystast við Spania klokkan 18.30 - hyggi á Portalinum, um tit eru stødd í Føroyum (Mynd: Dusan Sandic)

Á FM1 verður hondbóltur eisini at hoyra, meðan hálvleikur verður á Tórsvølli. Til ber eisini at lurta eftir fótbólti, meðan man hyggur eftir hondbólti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder