Fótbóltur

NSÍ víðari eftir stórt drama

Dramatikkur fyri allar pengarnar í Slovenia. NSÍ javnaði samanlagt í síðstu hendingini í longdu leiktíðini og eftir dramatiska brotssparkskapping vann NSÍ.

NSÍ er nú komið víðari tvær ferðir við sigri á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ er nú komið víðari tvær ferðir við sigri á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NSÍ hevur okkurt serligt yvir sær í Evropa í ár. Í kvøld gjørdu runavíkingar aftur bart og vunnu seg víðari í Conference League móti slovenska Koper.

Og tað á ótrúligan hátt. Í síðstu viku vann FC Koper nevniliga 2-0 á NSÍ við Djúpumýru, men tað tók ikki mótið frá runavíkingum.

Tá 90 minuttir vóru leiktir var NSÍ á odda 2-0 og máttu liðini út í longda leiktíð.

Les meira um vanligu leiktíðina her

Tá 102 minuttir vóru leiktir fekk heimaliðið brotsspark, sum ikki bleiv misnýtt. Tað sá svart út hjá runavíkingum, sum til tíðir vóru rættiliga trýstir. Men á onkran hátt megnaði Michal Przybylski at skalla bóltin í netið í allar seinastu hendingini í longdu leiktíðini.

Sum var tað ikki dramatiskt nokk, so gleið Petur Knudsen í tí hann skuldi skjóta fyrsta brotssparkið og brendi. Til alla lukku brendu Koper eisini sítt fyrsta skot.

At enda var tað so dagsins leikari, Tom Amos, í NSÍ-málinum sum tók skotið frá Filip Damjanovic og kundi tryggja NSÍ víðari luttøku í Conference League.

[object Object]

Í triðja umfar er tað FC Lugano úr Sveis sum bíðar. Meira um hetta seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder