Fótbóltur

Eftir bragdið í Slovenia: NSÍ skal til Sveis í næstu viku

Lugano, sum slovenskt mótstøðulið hevur sligið út úr Conference League tvey tey seinastu árini, tekur ímóti hósdagin 6. august. Eftir ætlan spælir oddaliðið í Meistaradeildini seinna dystin í 3. umfari Klaksvík 13. august.

Beinir Nolsøe skoraði fyrsta málið hjá NSÍ í Slovenia. Skjótt skulu hann og liðfelagarnir, sum vísa stóra sinnisliga styrki og áræði, aftur í evropeiska eldin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Nolsøe skoraði fyrsta málið hjá NSÍ í Slovenia. Skjótt skulu hann og liðfelagarnir, sum vísa stóra sinnisliga styrki og áræði, aftur í evropeiska eldin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-31 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í 1. umfari móti Hamrun Spartans, avgjørdi NSÍ Conference Leauge uppgerðina móti FC Koper úr Slovenia á útivølli. Hetta á uppaftur meira dramatiskan hátt á Malta, har tað snúði seg um serstakt brotsspark og óðar maltesar.

Video: Margháttliga og avgerandi brotssparkið hjá NSÍ á Malta

Sí eisini: Eyka løgreglufólk á Malta: Áskoðarar kastaðu ting á vøllin og umringaðu bussin hjá NSÍ

Hóskvøldið í Slovenia snúði tað seg bert um fótbóltsdramaði á heldur ójavna grasinum. Spælarar gliðu í brotssparkskappingini, sum málið hjá Michal Przybylski hevði tryggjað, tá NSÍ sá út til at vera úti í longdu leiktíðini.

2-0 eftir 90 minuttir tryggjaði í fyrstu syftu longda leiktíð. Og so gjørdist NSÍ fyrsta føroyska felagið at venda tvey-máls tapi frá fyrra dystinum í Føroyum til víðari luttøku - og er fyri fyrstu ferð í søgu felagsins í 3. umfari í evropeiskari kapping.

Les eisini: NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu við fantastiskum sigri í Slovenia

Har skal liðið hjá Sigurður Ragnar Eyjólfsson royna seg móti sveisiska Lugano, sum vann samanlagt 6-1 á Dukagjini úr Kosovo í 2. umfari og endaði á 4. plássi í Sveis síðsta kappingarár.

FC Lugano var í deildarspælinum í Conference League í 2024-2025. Ferðin eindaði í 1/16-finalunum eftir longda leiktíð og brotsspørk móti Celje. Heldur margháttligt er tað, at júst Celje aftur sló Lugano úr kappingini í fjør. Tá var tað í 3.umfari og við 7-4 sigri samanlagt.

Nú skal Lugano spæla móti oddaliðnum í Føroyum í 3. umfari í undankappingini. Og NSÍ, sum nú hevur sligið slovenskt lið út, skal royna at gera tað sama móti sveisiskum liði. Ein tó á papírinum truplari uppgávu.

Fyrri dystur stendur at verða spældur í Lugano hóskvøldið 6. august - NSÍ stendur at hava dyst móti HB mánakvøldið.

Seinni dysturin í 3. umfari í Conference League verður á heimavølli. Sum níu er, í Klaksvík hóskvøldið 13. august. KÍ stendur eisin iat hava heimavøll í Europa League hetta kvøldið, men sum bolt fo skrivar, so verður KÍ-Lech Poznan helst fluttur til Tórsvøll av trygdarávum. Pólska meistaraliðið hevur tiltiknar útiáskoðarar, sum kunnu gera ein vørr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder