Fótbóltur

NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu við fantastiskum sigri í Slovenia

Fyri fyrstu ferð vendi eitt føroyskt lið tvey-máls tapi á heimavølli til víðari luttøku við útisigri. NSÍ var niðri í sekkinum, men Michal Przybylski tryggjaði brotsparkskapping í 122. minutti, og so vóru Obbekjær og Amos millum stóru hetjurnar..

Daniel Obbekjær skoraði seinasta brotssparkið (Savsmynd: Sverri Egholm)

Daniel Obbekjær skoraði seinasta brotssparkið (Savsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 23:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 gjørdi tað í 2022 – í somu kapping og líknandi kapping - men tá var seinni dysturin á heimavølli.

NSÍ vann í kvøld 3-1 eftir longda leiktíð í Slovenia og síðani eftir brotssparkskapping. Tað var Michal Przybylski, sum við seinastu atgerð í longdu leiktíðini tryggaði NSÍ ein eyka møguleika, tá miðvallarin stútaði bóltin í netið hjá Koper.

Les meira um vanligu leiktíðina her

Sí eisini: NSÍ víðari eftir stórt drama

Í brotssparkskappingini gleið Petur Knudsen. Viljormur Davidsen, sum spældi ein branddyst í miðverjuni og sum hevur skorað fleiri brotsspørk á landsliðnum, brendi. Men liðið hjá Sigurdur Ragnar vísti aftur stóra sinnisliga styrki: Skoraði trý á rað, Danuel Obbekjær tað seinasta, og svenski málverjin Tom Amos skrivaði seg inn í NSÍ-søguna við bjarging.

[object Object]
Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli í Koper
FC Koper - NSÍ 1-3 (0-2 eftir 90 minuttir) - samanlagt 6-7 eftir brotsspørk
35' Beinir Nolsøe 0-1
70' Marius Kryger Lindh 0-1

NSÍ hevur nú skrivað eitt stórt kapittul afturat í evropeisku søguna. Fyri tveimum vikum síðani spældi liðið seg víðari fyri fyrsti ferð í umfari við tveimum dystum. Aftur í kvøld avgjørdi NSÍ á útivøllii og hesaferð við vánaligari útgangsstøðu:

Aftafyri við tveimum málum eftir fyrra dystin í Føroyum men søtan og flottan útisigur. Og eins og B36 móti Borac Banja Luka á sinni: Alt avgjørt úr ellivu metrum.

Tað er sjálvdan, at føroyskt lið slær eitt lið út úr so mikið sterkari deild sum tí slovensku deildini - og so at gera tað í slíkum umstøðunum: Á tungum grasi, í nógvum hita, við leikbanni og skaðum til fastar menn.

Eftir meistarligt avrik frá oddaliðnum í Meistaradeildini hækkar stigið aftur til næsta umfar: Lugano úr Sveis er á skránni. Fyrri dysturin stendur til at vera í Sveis um eina viku, hósdagin 6. august, og tann seinni í Føroyum vikuna aftaná.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder