- Tíðin var meira ella minni farin, seinasta støðan í dystinum, vit rigga til eitt langt innkast, men knappliga síggja vit at Viljormur er fríður úti í síðuni. Hann og Jann velja at spæla stutt soleiðis at Viljormur fær lagt inn eitt innlegg, tað eydnast mær at vera hægstur í duellini. Tað bleiv ikki so hart , men bólturin dalar í málið - ein framúr kensla.
Soleiðis lýsir Michal Przybylski støðuna, tá hann í 122. minutti í Slovenia tryggjaði brotssparkskapping. FC Koper var annars á veg víðari til triðja umfar í Conference League, men Michal og NSÍ vildi tað øðrvísi. Og í brotssparkskappingini var sami hugburður, sum í dystinum - og eisini har var svenski málverjin hjá NSÍ avgerandi:
- Vit tóku straffikappingina, sum allan dystin: Vit høvdu onki at tapa og trýstið var aldrin á okkum. Straffikappingin bleiv veruliga merkt av trupla vøllinum, har leikarar ikki fáa sett ordiliga á, tí vandi var fyri at glíða. Tað var eisini tað, sum hendi nakrar ferðir, men Leikarar taka ábyrgd og vísa yvirskot. Og so kann man ikki gloyma heilt framúr avrikið hjá Tom (Amos, red). Hann tekur trý skot í í straffikappingini, umframt eitt í dystinum og hevur fleiri týdningarmiklar bjargingar, okkara dagsins maður, staðfestir Michal Przybylski.
Sí eisini: NSÍ víðari í Conference League eftir stórt drama
Conference League 2. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 30. juli í Koper
FC Koper - NSÍ 1-3 (0-2 eftir 90 minuttir) - samanlagt 6-7 eftir brotsspørk
35' Beinir Nolsøe 0-1
70' Marius Kryger Lindh 0-2
102' Bassirou Ndiaye, br. 1-2
120 (+2)' Michal Przybylski 1-3
![]()
NSÍ'arnir eru framvegis í Slovenia eftir fantastiska avrikið. Tá Portalurin fekk fatur á Michal Przybylski í morgun, var hann, sum vera man, fegin. Hann lýsir framatiska dystin sum eina stóra avbjóðing eftir 0-2 í heimadystinum. Men í NSÍ-leguni trúðu teir uppá tað, hóast umstøðurnar undan og undir dystinum.
- Vit vistu, at hetta fór at vera ein sera trupul avbjóðing. Men vit merktu, at vit vóru væl við í Føroyum og trúðu uppá tað frá byrjan. Umstøðurnar við vøllinum og hitanum gjørdu, at vit ikki spældu eins væl, sum í Føroyum, men menn halda seg til ætlanina: Ikki at leypa framav frá byrjan, tí vit vistu at okkara kjansir fóru at koma, og síðani snúði tað seg um at vera til reiðar at taka av.
- Vit broyta ikki ætlan, hóast vit skuldu hava mál í 2. hálvleiki av longdu leiktíðini. Tá 5 minuttir vóru eftir í longdu leiktíðini, senda vit Daniel Obbekjær fram. Tað gevur teimum nakrar málmøguleikar, men Tom stendur væl og tað eydnast okkum at trýsta eitt sindur við langum bóltum, sum í síðsta enda geva okkum eitt mál.
![]()
Vit spurdu eisini 28-ára gamla NSÍ'aran um týdningin av hesum sigrinum. Michal Przybylski, sum nú hevur skorað níggju evropeisk mál fyri trý ymisk feløg, dylir ikki yvir fíggjarliga týdningin - dramatiskti sigurin gav NSÍ slakar tríggjar milliónir afturat (brutto). Men Conference League-ævintýrið gevur eisini nakað annað til hópin og alt kring NSÍ.
- Hetta er sjálvandi sera stuttligt fyri okkum, felagið og okkara áskoðarar. Tað er ongin loyna, at tað fíggjarliga ískoytið eisini hevur nógv at siga fyri felagið, so har er eisini nógv at gleðast um. Lutakastini hava ikki verið meira enn miðal góð, vit hava verið undirtippaðir bæði umførini, og tí royna vit bara at njóta hesar fantastisku upplivingar, sum vit hava verið í gjøgnum saman.
Michal Przybylski skoraði eisini á Malta í 1. umfari og hevur verið við at fingið HB, B36 og NSÍ víðari í evropeisku kappingunum. Sjey av hansara níggju evropeisku málum - bert Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg hava skorað fleiri - hava verið avgerandi fyri, at liði er komið víðari.
Hann og liðfelagirnir koma til Føroya í morgin og skulu spæla móti HB í Havn mánakvøldið, áðrenn leiðin gongur til Sveis til fyrra dystin í 3. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald