Veruligt botnbrak var á Svangaskarði í kvøld, har 07 Vestur vitjaði. Talan var um tey bæði liðini, sum undan umfarinum lógu undir strikuni.
07 Vestur var á veg at vinna seg uppum, og lata B68 vera fýra stig frá bjargingini. Útiliðið var væl betri fyri steðgin á Svangaskarði, spældi væl og í 38. minutti legði Gasper Gedsted Hansen útiliðið á odda.
0-1 var á máltalvuni til 85. minutt. Tá vóru Jovan Goronjic og Fríði í Túni Petersen komnir á vøllin. Síðstnevndi skeyt, og so var serbin hjá B68 til reiðar og javnaði.
Harvið sá út til at verða so at siga "status quo" í botninum, men B68 vildi meira og vísti stóra sinnisliga styrki í kvøld.
Í 93. minutti gjørdi 07 Vestur óneyðugt fríspark tætt við baklinjuna í vinstru. Franski Loick Jean Henri Lespinasse royndi seg úr spíska vinklinum og snýtti Sebastian Wille í málinum hjá 07 Vestur.
Ovfarakæti á B68'inum sum við frísparksmálinum í yvirtíðini fór frammum bæði 07 Vestur og Skála og nú er á 8. plássi.
Støðan í løtuni:
![]()
17. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-1)
38' Gasper Gedsted Hansen 0-1
85' Jovan Goronjic 1-1
90+3' Loick Jean Henri Lespinasse 2-1
Sunnudagin 2. august
AB - Skála 3-2 (2-0)
4' Ragnar Skála 1-0
31' Bjarki Nielsen, br. 2-0
76' Bjarki Nielsen, br. 3-0
90 (+3)' Jákup Pauli Frederiksberg 3-1
90 (+5)' Jákup Pauli Frederiksberg 3-2
Sí meira um dystin her
EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-0)
2' Óli Eyðsteinsson Poulsen 1-0
48' Sølvi Vatnhamar 1-1
78' Ingi Arngrímsson 1-2
Sí meira um dystin her
KÍ - B36 2-0 (1-0)
6' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
49' Erlend Hustad 2-0
Sí meira um dystin her
Les eisini: KÍ tók oddasessin aftur
Í morgin, mánadagin 3. august
18.30: HB - NSÍ (FM1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald