Eftir teir tríggjar bólkaspælsdystirnar í Beograd hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu skorað 32 mál.
Harvið er miðaltalið hjá føroyska U18- spælskiparanum fyri hvønn dyst 10,66.
Tað er ikki nógv, ið er bilsin av, at Boas á Skipagøtu tekur stóra ábyrgd í føroyska spælinum og ger stóran mun. Hann gjørdist ársins spælari í bestu mansdeildini síðsta kappingarár, tá H71 vann greipuna.
Hetta áðrenn hoyvíkingurin hevur havt 17-ára føðingardag, og nú hevur nummar 14 skorað eina rúgvu í Serbia - og nógv flott mál.
Video: Ein Skipagøtu-special - gongur bara framvið teimum
![]()
Boas Ellefsen á Skipagøtu fegnast um eitt av hansara 14 málum móti Spania (Mynd: Dusan Sandic)
Higartil er máltal hansara í EM-endaspælinum ógvuliga flott, hóast tað vóru heldur nógv brend skot í seinasta bólkadystinum móti Eysturríki
Tað eru bert tveir slovenar, ið higartil kunnu fylgja við 16-ára gamla føroyinginum. Eins og Boas Ellefsen á Skipagøtu, hevur Valent Jakub skorað 32 mál í Serbia. Liðfelagi hansara, stórtalentið Jaka Podvrsic, hevur skorað 31 mál.
Sí allan toppskjúttalistan til høgru her
Í U18 EM í 2022 skoraði Óli Mittún 80 mál í sjey dystum og gjørdist toppskjútti í endaspælinum, eins og besti spælari (MVP í kappingini).
Føroyar skulu spæla átta dystir í hesum endaspælinum, og í løtuni liggur Boas á Skipagøtu til 80 mál. So er spurningurin, hvussu títtleikin fer at liggja - vónandi er at spældkiparin, sum eisini hevur lagt upp til flest føroysk mál, eisini ger nógv gott í dag móti Póllandi.
Portalurin vísir dystin ókeypis og við føroyskum frásøgufólki. Frásøgnin hoyrist eisini á FM1.
----------------------------------------
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 0 stig **
4. Pólland 0 stig
*Hava stig við víðari frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum
** Trý'arin kemur møguliga víðari
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum
1. umfar, mánadagin 3. august
16.00: Føroyar - Pólland
18.30: Danmark - Spania
Dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast ókeypis í Føroyum á Portalinum - og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald