placeholder
Fótbóltur

Petur Knudsen: - Skulu á besta hátt finna orkuna til at spæla so tættar dystir

Tí tað vera dystir triðja ella fjórða hvønn dag næstu vikurnar, og vit hava ikki eini 30 mans í hópinum, sum onkur onnur lið, staðfesti NSÍ-liðformaðurin eftir tapið fyri HB. Petur Knudsen, sum hevur leikbann hósdagin, viðurkendi, at luftin fór úr NSÍ-ballónini seinasta hálva tíman á Tórvølli.

Petur Knudsen og liðfelagarnir hava spælt fýra evropeiskar dystir - nú er landskappingin komin ímillum, og tað noyðist NSÍ at handfara, heldur nummar 16 (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen og liðfelagarnir hava spælt fýra evropeiskar dystir - nú er landskappingin komin ímillum, og tað noyðist NSÍ at handfara, heldur nummar 16 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-04 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Teir fyrstu 55-60 minuttirnar sita vit á tí mesta og skora eisini eitt mál. Men so tykist tað sum um, at luftin fer úr ballónini hjá okkum. Og faktiskt var ikki nógv orka eftir í okkum síðsta hálva tíman. 

Hetta staðfesti Petur Knudsen fyri Trygva Absalonsen eftir 3-1 tapið fyri HB á Tórsvølli mánakvøldið. Øll málini hjá HB komu seinasta fjórðingin av dystinum, og tað sást, at NSÍ hevði spælt 120 harðar minuttir í Slovenia hóskvøldið.

Sí eisini: NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu við fantastiskum sigri í Slovenia

Petur Knudsen viðurkendi í samrøðuni við FM1, at NSÍ í størri mun noyðist at finna orku til dystirnar, nú tað bæði er Conference League og Meistaradeildin er so tætt ímillum dystirnar, og tað verður í øllum førum hesa vikuna og í næstu aftur.

- Tað er skuffandi, og kanska vit bara skulu hyggja inneftir: Hvussu vit á bestan hátt kunnu fáa orkuna til at spæla so nógvar tættar dystir - tá vit kanska ikki hava eini 30 mans í hópinum, sum onkur onnur lið hava.

Les eisini: HB hevði størri yvirskot enn Evropa-ævintýrmenninir - rætti KÍ hjálpandi hond

Sjálvur hevur 28-ára gamli vongurin/áleyparin leikbann til fyrra dystin móti Lugano. Men hann vísir á, at nú hevur NSÍ skrivað søgu við at koma víðari tvær ferðir, og man fer eftir tí, man kann í Sveis hóskvøldið.

Hoyr alla samrøðuna við NSÍ-liðformannin her

Fyrri dysturin hjá NSÍ í 3. umfari í Conference League verður spældur hósdagin 6. august klokkan 19.30 føroyska tíð. Ferðalagið er farið av landinum.

Eftir dystirnar í 17. umfari í Meistaradeildini eru KÍ og NSÍ ájøvn í stigum (34), men KÍ hevur betri málúrttøku. Bæði spæla evropeiskan dyst hósdagin og síðani í Meistaradeildini aftur nakrar dagar seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder