Fótbóltur

KÍ - Lech Poznan verður spældur í kvøld ella fríggjakvøldið

Um lent verður seinnapartin, verður dysturin útsettur í minsta lagi ein tíma. Annars skal avgerandi dysturin spælast í morgin. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst - í KÍ fílist man á, at teir hjá Lech Poznan ikki hava gjørt sítt, meðan bíðað verður eftir boðum.

Teir hjá Lech Poznan fóru umborð á leiguflogfar í Póllandi tíðliga í morgun. Nú sita teir og bíða í Bergen (Mynd: Lech Poznan)

Teir hjá Lech Poznan fóru umborð á leiguflogfar í Póllandi tíðliga í morgun. Nú sita teir og bíða í Bergen (Mynd: Lech Poznan)

2026-08-13 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, tað er frá telefonuppringing til telefonuppring.

Hetta staðfesti Tummas Lervig, tá Portalurin fyri lítlari løtu síðani fekk orðið á KÍ-formannin og fyrst spurdi um, tað ikki var nóg mikið at takast við í løtuni.

Av tí at ferðalagið hjá Lech Poznan ikki kom til Føroya í gjár og heldur ikki lendi fyrrapartin, men heldur noyddist til Bergen, er nógv at hugsa um í Klaksvík í løtuni.

- Nú bíða vit bara eftir boðum frá Lech Poznan og UEFA. Men vit fyrireika okkum enn sum um, at dysturin verður spældur upprunatíðspunktið, sigur Tummas Lervig.

[object Object]
Tummas Lervig ein góðveðursdag uttanfyri Tórsvøll - nú bíðar man til mjørkin lættur, so leiguflogfar við mótstøðuliði til dyst á Tórsvølli kann lenda (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Flogfarið við Lech Poznan-hópinum farið til Bergen

Hetta er klokkan 18.30 í kvøld, hósdagin 13. august. Tað hevur tó verið arbeitt við møguleikanum at flyta avspark í øllum førum ein tíma - og møguliga til so mikið seint sum 20.45 - um so er at teir hjá Lech Poznan lenda seinnapartin, verður staðfest fyri Portalinum.

Annars sigur UEFA-reglugerðin, at ein dystur í serstøkum støðum, sum til dømis hesari, kann flytast eitt samdøgur.

Hetta er hent hjá KÍ tvær ferðir áður. Formaðurin sigur við Portalin, at tað er heldur keðiligt, tá KÍ hevur alt uppá pláss, meðan mótstøðuliðið ikki er komið uppá pláss enn; ætlanin var at lenda bert umleið eitt samdøgur undan dystinum við leiguflogari.

- Vit hava eini 100 sjálvboðin fólk klár at hjálpa í kvøld, har fleiri noyðast at taka frí frá arbeiði. Tí er hetta keðiligt. Og tað fyrsta vit siga við mótstøðuliðini, sum skulu koma hendan vegin er: Ferðast við rutuflogfari og kom í góðari tíð, tí mjørki kann koma á í Vágum, sigur Tummas Lervig.

Í løtuni bíða teir hjá Lech Poznan í Bergen, og síðani verður ein roynd møguliga gjørd seinnapartin. Annars flýgur mótstøðuliðið hjá KÍ í morginárini.

Portalurin fylgir gongdini seinnpartin - eisini undir dystinum um hann verður spældur í kvøld. FM1 sigur frá á Tórsvølli, tá dysturin einaferð verður spældur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder