Meðan bíðað verður eftir, um mótstøðuliðið hjá KÍ lendir í dag, er mótstøðuliðið hjá NSÍ - hesaferð - lent í góðari tíð.
Sí eisini: KÍ - Lech Poznan fyribils útsettur til klokkan 20.45
Teir hjá Lugano lendu týsdagin seinnapartin, og hava síðani fyrireikað seg í Norðoyggjum: Teir búgva á Hotel Norð og hava vant í Klaksvík, har spælt verður í kvøld klokkan 18.30.
Har skal NSÍ royna at taka sama megnartak sum í 2. umfari. Í nógvum hita á grasinum í Slovenia, og við fáum innskiftingsmøguleikum, vendi NSÍ 0-2 frá dystinum móti Koper í Klaksvík til 3-1 eftir longda leiktíð og síðani sigur í brotssparkskappingini.
Sí eisini: NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu við fantastiskum sigri í Slovenia
Nú er mótstøðan harðari - tann sveisiska deildin er nakað sterkari enn tann slovenska - men nú er seinni dysturin í Føroyum.
NSÍ er uttan millum annað Meinhard Egilsson Olsen, sum gjørdi stóran mun í júst Slovenia fyri tveimum vikum síðani. Landsliðsspælarin fór av vølli móti HB fyri tíggju døgum síðani, men sum bolt.fo skrivar, vósa skanningar, at boðini vóru góð. Tó er Meinhard ikki tøkur í kvøld, tá NSÍ skal royna at venda øllum á høvdið og koma til røkkstøkkumfarið í Conference League.
Brynjar Jacobsen Poulsen og Abraham Løkin vera til reiðar
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
1Hósdagin 10. august við Djúpumýru
18.30: NSÍ - FC Lugano (0-2)
FM1 sigur frá dystinum,og til ber at fylgja við ovast á Portalinum.
Til ber eisini at síggja dystin fyri eitt gjald á solidsport.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald