Fótbóltur

Fyrsti sigur hjá Skála á Víkingi í bestu mansdeildini sendi liðið uppum strikuna

Og Víkingur, sum ikki hevði tapt í landskappingini síðani 6. apríl, er nú uttanfyri evropeisku plássini. Innskifti Mórits Heini Mortensen avgjørdi inntensa dystin í 78. minutti.

Gøtumaðurin Hans Jákup Arngrímsson, sum nú verjir Skála-málið, hevði nakrar góðar bjargingar í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Gøtumaðurin Hans Jákup Arngrímsson, sum nú verjir Skála-málið, hevði nakrar góðar bjargingar í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-16 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stór fótbóltsfrøi á Skála.

Vikan byrjaði annars við, at fótbóltsflaggskipið á arminum avrikaði illa og tapti 4-0 móti NSÍ hinumegin fjørðin. Nakrar dagar seinni endaði samstarvið við Paula Poulsen, men vikan endaði við glæsiligum punktumið.

Fyri fyrstu ferð síðani Víkingur í 2008 varð stovnað, vann Skála á Víkingi í fremstu mansdeildini. Tað bragdaði við 2-1 sigri í góðveðrinum á Skála kvøld.

Alt byrjaði annars illa hjá Skála ÍF. Aron Benjaminsen, sum er uppvaksin í felagnum, fór ígjøgnum á baklinjuni í høgru, sendi bóltin innfyri málið og so endaði tað við sjálvmáli.

Men skálamenn svaraðu væl aftur. Í 14. minutti smekkaði Bjarti Thorleifsson bóltin í netið við frálíkum frísparki stutt uttanfyri brotsteigin.

Síðani bylgjaði dysturin nakað aftur og fram. Víkingur var serliga betri seinastu løtuna fyri steðgin, har Jørgen Nielsen hevði stóran málmøguleika, sum Hans Jákup Arngrímsson bjargaði.

Útiliðið hevði leikligu yvirvágina, men teir appelsinlittu vístu stóran stríðsvilja og hingu væl saman sum lið.

Skála hótti eisini við serliga mótálopum. Tað var nær við í summum førum, og eftir 77. minuttir bragdaði. Víkingar avgreiddu ikki eina støðu nóg væl, Silas Gaard streyk avstað í høgru og komin nakað inn í brotsteigin legði vongurin væl útfrá til Mórits Heina Mortensen, sum setti fótin á.

Innskifti runavíkingurin gjørdist sigursharri í spenanndi og inntensa dystinum á Skála. Víkingur hevði havt støður og møguleikar, men har Arngrímsson var fyri og/ella neyvleikin vantaði. Seinastu løtuna stóð heimaliðið ímóti, og so vóru trý ógvuliga óvæntaði men týðandi stig í hús. Tey merkja, at Skála nú er omanfyri strikuna.

Hetta var við Ari Ólavsson Ellingsgaard, sum hevur verið hjálparvernjari alt árið, á odda. Jákup Jacobsen, nú givini liðformaðurin, hjálpti Ari í dag. Frá í morgin verður Poul N. Poulsen høvuðsvenjari.

Ari Ellingsgaard: - Man verður hálvrørdur av hesum

Fyri Víking merkir hetta, at 1. plássið nú er átta stig burtur. Og tað sum er meira átrokandi: Liðið hjá Jóhan Petur Poulsen er nú á 5. plássi - tvey stig frá evropeiskum plássi.

Víkingur hevði undan kvøldisns dysti ikki tapt landskappingardyst, og í Føroyum bert fyrru steypahálvfinaluna, síðani 6. apríl. Fríggjakvøldið skal liðið reisa seg móti B36, sum í dag vann heldur tungan útidyst á 07 Vestur og sum nú er á 4. plássi. Hetta skulu víkingar gera uttan Aron Benjaminsen, sum hevur leikbann vegna óneyðuga gula kortið, vongurin fekk í kvøld.

Støðan: 

[object Object]

-----------------------------------------------------------

19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum 
Sunnudagin 16. august

07 Vestur - B36 1-2 (1-1)
3' Jonathan Flensborg 1-0
16' Pætur Petersen 1-1
57' Bartal Páll Klein 1-2

Meira um dystin her

Skála - Víkingur 2-1 (1-1)
2' Aron Benjaminsen 0-1
14' Bjarti Thorleifsson 1-1
78' Mórits Heini Mortensen 2-1

Meira um dystin her
 
NSÍ - EB/Streymur 3-2 (2-0)
3' Marius Kryger Lindh 1-0
21' Sammy Skytte 2-0
63' Kristian Svabo Eliasen 2-1
77' Petur Knudsen, br. 3-1
80' Meinhard Debes Geyti 3-2

HB - B68 2-0 
7' Heini Fossdalsá Sørensen 1-0
18' Stefan Radosavljevic 2-0

Reytt kort: Sebastian Lau Nielsen (11 - beinleiðis reytt kort)

Sí eisini: NSÍ leggur stórt trýst á KÍ - HB vann sætta sigurin á rað og blandar seg

3. hálvleikur, har tikið verður samanum sunnudagin við samrøðum og øðrum, hoyrist her

Í morgin, mánadagin 17. august
18.30 AB - KÍ (FM1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder