Annað

Vinarpør vilja skapa betri karmar fyri padel-tennis í Føroyum

Tað snýr seg líka nógv um felagsskapin, sum um sjálvt spælið vísa tey fýra á. Padel-miðstøðin á Hjalla letur eftir ætlan upp í september, og ynski er millum annað at fleiri kvinnur skulu fara at spæla skjótt vaksandi ítróttargreinina. Sí nakrar myndir.

Elin Sjúrðardóttir Holm, Julian Johansen, Bára Hansen og Teitur Matras Gestsson eru nógv á Hjalla í hesum døgum (Mynd: Sverri Egholm)

Elin Sjúrðardóttir Holm, Julian Johansen, Bára Hansen og Teitur Matras Gestsson eru nógv á Hjalla í hesum døgum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-19 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eitt er at fleiri fáa møguleikan at spæla eina stuttliga ítróttargrein í góðum umstøðum. Eitt annað er tann felagskapurin, sum man kann skapa í felagsøkinum her. Tað hevur nógv at siga fyri okkum.

Hetta vísa stigtakararnir handan nýggju padelhøllina á Hjalla, Padel-miðstøðina. 

Sí eisini: Nýggj padel-umstøða í gerð á Hjalla

Talan er um hjúnini Elin Sjúrðardóttir Holm og Julian Johansen. Og um Báru Hansen og Teitur Matras Gestsson - sum eisini eru hjún.

Teir báðir hava spælt nógv. Teitur og Julian eru so mikið dugnaligir, at teir hava vunnið hvør sína kapping, sum er fyriskipað í núverandi padel-hølunum á Smyrilsvegnum.

Men Elin og Bára hava eisini spælt nógv seinastu tíðina og kenna til tað at vera bitin av padel, ella padel-tennis sum tað eisini verður kallað. 

Og júst tað at fáa fleiri kvinnur at spæla, er eitt endamál hjá stigtakarunum. Hetta kann millum annars gerast við felags tímum við venjing, sum ætlanin er at bjóða í nýggju høllina.

Tað er tað eisini sum heild at savnað fólk um tað og ikki "bara" at spæla. Men eisini at nýta tey nýggja felagsøki, har man millum annað kann keypa sær okkurt at drekka eftir dyst - og meðan onnur spæla í einum av teimum fimm búrunum.

Tað er høgt til lofti, vítt til veggja og ein svali við góðum útsýni, umframt eitt privat høli sum fyritøkur og fólk annars kunnu leiga. Padel-tennis og nýggja høllin skal sambært teimum fýra vera nakað at savnast um hjá nógvum.

Trý búr eru komin upp, og nógv arbeiði var í gongd í dag. Um tað gongst sum ætlað, verður latið upp einaferð í september.

Portalurin var framvið seinnapartin - sí nakrar myndir niðanfyri; millum annað av Føroya elsta batti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder