Annað

Video: - Hetta skal vera eitt stað at spæla og hugna sær

Tað sosiala og at fáa fleiri kvinnur at spæla fyllur nógv, sigur Teitur Gestsson, sum er ein av stigtakarunum til nýggju padel-høllina á Hjalla. Ætlanin er, at hon skal lata upp, áðrenn september er av.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-20 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Har er ein høll, sum hevur fantastisk fyri padel-tennis í Føroyum, men har hevur kanska ikki verið so nógv pláss fyri tí sosiala. Tað hava vit lagt stóran dent á við hesi høllini; so at man kann spæla, flyta seg og so seta seg við onkrum at drekka saman við hinum. Og serliga vilja vit eisini fremja áhugan hjá kvinnum at spæla.

Soleiðis segði Teitur Matras Gestsson, tá vit spurdu hann, um hvat hann og hinir stigtakararnir serliga vilja við nýggju padel-høllini.

Portalurin var á vitjan á Hjalla 2 í gjár, har Teitur, konan Bára Hansen, og nógv onnur hava rokast seinastu tíðina.

- Tað hevur verið eitt stórt arbeiði, og her hava onkrar forðingar verið seinastu tíðina. Men um alt gongst væl, so verður liðugt skjótt - um tað er áðrenn síðst í september, so eri eg ordiliga glaður.

Les eisini og sí fleiri myndir av Hjalla: Vinarpør vilja skapa betri karmar fyri padel-tennis í Føroyum

Hetta sigur fyrrverandi fótbóltsmálverjin og núverandi venjarin. Teitur Getsson er vorðin sera virkin innan padel-tennis og vann millum annað eina kapping saman við Bárði Mittelstein í fjør.

[object Object]

Myndir: Teitur Gestsson og Bárður Mittelstein settu alt til viks

Hetta var í hølunum á Smyrilsvegnum har tvær padel-búr/tveir "padel-banar" hava verið seinastu árini.

Skjótt lata nýggj høli, við fimm búrum, "lounge-økið", privatum hølum og øðrum upp á Hjalla. Hetta skal vera við at styrkja ítróttargreinina uppaftur meira í Føroyum.

Hoyr alla samrøðuna við Teit Gestsson ovast

[object Object]Elin Sjúrðardóttir Holm og Bára Hansen saman við Teiti Matras Gestsson í tí boksini, sum er til reiðar at nýta (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder