20. umfar kann veruliga skilmarka oddastríðið og botnstríðið í endaspurtinum í Meistaradeildini hjá monnum.
Talan er eisini um eitt umfar, ið FM1 og Portalurin fylgja tætt.
Beint fyri klokkan 15 sita Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen til reiðar í Klaksvík, har KÍ og NSÍ spæla um oddasessin.
Eftir ógvuliga týðandi dystin í FM-stríðnum, verður sett út á Svangaskarð, har Skála vitjar til veruligt botnbrak. Brynjar Jaocbsen Poulsen og Svenn Olsen siga frá. Talan er um dyst, ið serliga B68 so at siga skal vinna.
Óhugnaliga spennandi í botninum, um Evropa-plás og møguliga eisini heilt frammi í oddinum: Alt hetta tekur Trygvi Absalonsen samanum, tá hann og Heri Simonsen hava 3. hálvleik á FM.
Her vera samrøður at hoyra, og gestir vitja: Millum annað Bergur Poulsen frá B36, sum eisini stendur á odda fyri føroysku Fótbóltskortunum. Sendingin byrjar klokkan 19.30 og verður eisini endursend mánamorgunin klokkan 09.00.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 23. august
15.00:
HB - 07 Vestur
KÍ - NSÍ (FM1)
EB/Streymur - AB
17.15: B68 - Skála (FM1)
Hoyr eisini: Jan Andreasen og Svenn Olsen vænta KÍ vinnur oddabrakið móti NSÍ
Klokkan 19.30 í kvøld verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1
Fríggjadagin 21. august
Víkingur - B36 0-0
- Javnleikur er eitt liviligt úrslit hjá Víkingi og B36
Støðan:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald