KÍ'arnir kundi ikki dvølja leingi við tað, sum at enda varð eitt vónbrot í oddabrakinum móti NSÍ sunnudagin.
Heimaliðlið var betra liðið størsta partin av dystinum og var á odda 2-0 eftir 81 minuttir. Men so svaraði NSÍ aftur. Tað endaði 2-2, og harvið hava runavíkingar framvegis fyrimunin í FM-stríðnum, nú sjey umfør eru eftir.
Sí eisini: NSÍ bjargaði sær javnleik og varðveitti oddasessin við máli í 99. minutti
Áðrenn tað snýr seg um at royna at vinna føroyameistaraheitið aftur, skulu teir í kongabláum spæla um deildarspæl í Conference League.
Tað endaði við málleysum javnleiki í Klaksvík, tá lettisku meistararnir vitjaðu í síðstu viku. Eitt úrslit, sum man kann vera betri nøgdur við í Riga FC. Liðið spælir í morgin í kendum umstøðum og við nøkrum føstum spælarum, sum vantaðu í Klaksvík vegna leikbann og vantandi innfaraloyvi.
Hjá KÍ verður Odmar Færø møguliga tøkur. Sterki miðverjin hevur ikki spælt í seks vikur vegna seks brot í andlitinum. Men han venur nú við masku og er við í KÍ-ferðalagnum, sum í gjárkvøldið kom uppá pláss í Riga.
![]()
36-ára gamli stríðsmaðurin til venjingina í Klaksvík, árenn fráferð, í gjár (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Sí eisini: Odmar Færø: Nú við masku
Eftir tveir flogtúrarar týsdagin, Vágar - Keypmannahavn og síðani Keypmannahavn - Riga, skal liðið hjá Magnusi Powell nú fyrireika seg í lettiska høvuðsstaðnum. Hetta til størstu uppgávuna higartil í ár.
Tað eru stórar ítróttarligar avbjóðingar, umframt nógvir peningur, uppá spæl. Føroyameistararnir hava á pappírinum framvegis góðan møguleika.
Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
18.00: Riga FC - KÍ (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald