Aron Benjaminsen. Ein nógv umrøddur spælari í Føroyum í ár vegna flottu avrikini fyri Víking, og heldur serstaka leikháttin, og nú eitt navn sum fleiri í Skotlandi royna at læra meira um.
Serliga eru tað fjepparar hjá Hearts of Midlothian. Felagið úr Edinburgh endaði á 2. plássi í skotsku Premier League síðsta kappingarár og er sum skilst bert smálútir at fáa avtalu um og við Aron Benjaminsen í lag.
Les eisini: Aron Benjaminsen fer til Skotlands um vikuskifti.
Hetta setur ein "insidar'i" og journalistur hjá Evening News Hearts Alert orð á í video úr Wien. Har skal Hearts í morgin spæla um pláss í Conference League-deildarspælinum - hetta móti Rapid Wien. Tað endaði 2-2 í Edinburgh í fyrra dystinum.
- Tað seinasta er, at tingini flyta seg, og vit vænta hann verður Hearts-spælari, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur næsta hósdag. Tað seinasta, í mun til pappírarbeiði, manglar at koma uppá pláss. Síðani kemur hann til Edinburgh. Um hann spælir fyri felag sítt (Víking, red.) um vikuskiftið, verður tað seinasti dystur hansara fyri tað.
Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni hjá Evening News Hearts Alert týskvøldið. Síðani verður gjørt greitt at nógv jaligt er at hoyra um og síggja frá 18-ára gamla føroyska vonginum: Nógv málstig og spennandi leikhátt á vaksnamannastigi.
Eingin upphædd verður nevnd, men í summum skotskum miðlum verður "ein lítil seks-siffrað upphædd" nevnd - tað vil siga í pundum.
Til hetta hóskar 100.000 pund - umleið 873.000 krónur - væl. Tað er upphæddin, sum flytingartíðindamaðurin á sosiala miðlinum X, Liam Stewart, hevur skrivað:
- 18-year-old Faroese winger Aron Benjaminsen is heading to Heart of Midlothian in a reported £100,000 deal from 5th place Meistaradeildin side Víkingur Gøta.
Liam Stewart vísir eisini á, at í mest týðandi tølunum fyri álopskendar spælarar, eisini í undirliggjandi tølunum, liggur ungi føroyingurin ógvuliga fyri.
Tróndur Arge frá Kringvarpinum hevur fylgt flytingarsøguni og skrivar eisini á X, at Víkingur hevur selt Aron Benjaminsen, men at tað ikki er vist, um grundupphæddin verður ella undir eina millión krónur í okkara peningi.
Tá Portalurin var í samband við Brand Jacobsen mánakvøldið, kundi Víkinga-formaðurin ikki staðfesta nakra flyting; bert at stórur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. Men tað er so at siga greitt, at framtíð hansara liggur í Skotlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald