Fótbóltur

Mikkjal tekur yvir í HB 1. november

Lukasz Cieslewicz stendur við róðrið restina av kappingarárinum, áðrenn hann eftir øllum at døma verður hjálparvenjari hjá nýkunngjørda høvuðsvenjaranum. Mikkjal Thomassen og HB hava gjørt sáttmála, sum er galdandi til og við 2029.

Mikkjal K. Thomasen: Aftur í HB-húsinum við reyðum og svørtum á (Mynd: hb.fo/Rói Sørensen)

Mikkjal K. Thomasen: Aftur í HB-húsinum við reyðum og svørtum á (Mynd: hb.fo/Rói Sørensen)

2026-09-23 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint sunnukvøldið 22. september varð tað, sum hevur verið á veg í eina tíð, endaliga kunngjørt: Mikkjal Kjartansson Thomassen vendir aftur, har fótbóltsleiðin byrjaði - til Havnar Bóltfelag.

Sí eisini: Sáttmáli gjørdur millum HB og Mikkjal Thomassen

Í nærum 30 ár hevur Mikkjal Thomassen umboða samanlagt fýra onnur føroyskt feløg sum spælari og/ella venjari, umframt Frederikstad í Noreg og AIK í Svøríki. Longst hevur nú 50-ára gamli venjarin verið í B36 og KÍ.

HB og Mikkjal Thomassen hava gjørt sáttmála, sum er galdandi til og við 2029; ein trý-ára sáttmála.

Nakað av ivamálið hevur verið onkustaðni um, nær nýggi venjarin byrjar í starvinum. Men HB hevur á heimasíðu sínari staðfest tað, sum Helga Ellingsgaard, forkvinna, segði við Portalin 3. september: Núverandi venjaratoymið, við Lukasz Ciezlewicz á odda, heldur fram hetta kappingarárið út.

Les eisini: Lukasz verður venjari árið út - samband við Mikkjal Thomassen

[object Object]
Sìðani Lukasz Cieslewicz tók við sum HB-høvuðsvenjari í juni, hevur liðið ikki tapt nakran landskappingardyst (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki váttað enn, men sum skilst heldur Lukasz fram sum hjálparvenjari í 2027. Hann spældi í árunum 2011 til og við 2013 undir Mikkjali Thomassen í B36

Portalurin hevur fingið váttað frá góðum keldum, at Elisabet Vang verður nýggjur kropsligur venjari í HB. Tað var hon eisini í seinastu árunum hjá Mikkjali Thomassen í KÍ, umframt í Fredrikstad og størsta partin av tíðini í AIK.

[object Object]Helga Ellingsgaard tók í summar við sum forkvinna í HB. Nú hava hon og starvsnevndin sett fastan høvuðsvenjara til besta mansliðið - ein venjara sum Helga sjálv hevði í felagnum í 1995, tá hann bert var 18-ára gamal (Mynd: hb.fo/Rói Sørensen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder