Fótbóltur

Fleiri nýggir og ungir bjóða seg fram í føroyska landsliðshópinum

Leygardagin vera fýra spælarar, sum eru 22-ára gamlir ella yngri og uttan nakran kappingardyst fyri A-landsliðið, í hópinum til dystin móti Kasakstan.

Emil Weihe Joensen og Mattias Hellisdal eru úttiknir til dystir um stig - fleiri av royndu sentralu miðvallarunum mangla (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Emil Weihe Joensen og Mattias Hellisdal eru úttiknir til dystir um stig - fleiri av royndu sentralu miðvallarunum mangla (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-09-24 07:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jørgen Nielsen, Emil Weihe Joensen, Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal.

Tveir teir fyrstnevndu eru 22-ára gamlir og spæla í heimligu kappingini. Jørgen og Emil vóru við í San Marino í mars, tó uttan at koma á vøllin.
 
Áki Samuelsen er eisini 22 ár og var við til Baltic Cup-venjingarkappingina í juni, har hann spældi við móti Lettlandi og Estlandi. Nú skulu teir allir fyri fyrstu ferð við til A-landsdyst, har stig eru uppá spæl.

[object Object]
Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen eftir 2-1 sigurin á Íslandi við U21-landsliðnum í fjør, har báðir skoraðu. Stutt seinni spældu báðir í bestu svensku deildini (Mynd: FSF)

Eins og Áki Samuelsen, spælir Mattias Hellisdal dagliga við liði í bestu deildini í Svøríki. Báðir gera eisini mun í dystum í Allsvenskan. Havnarmenninir, ávikavist uppvaksnir í HB og B36, hava enn aldur til U21-landsliðið, men skulu nú taka stigið upp.

Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Páll Andrasson Klettskarð og Patrik Johannesen eru allir darvaðir av skaðum á ymiskan hátt, og Árni Frederiksberg er givin á landsliðnum. Harvið er tørvur á nøýggjum kreftum til fremstu plássini, og har kann serliga væntast, at Áki Samuelsen fær stóran leiklut. 22-ára gamli Mjallby-vongurin hevur ávísar dygdir, sum kunnu geva Føroyum nógv.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at Aron Benjaminsen kemur inn í hópin til dømis tveir teir seinastu dystirnar - Jørgen Nielsen kann væntast at vera eina jokari í stóran mun. Tað hevur verið misjavnt við málum fyri Víking, men hann hevur skorað nógv mál fyri Føroyar - og undir Eyðuni Klakstein og og Atla Gregersen - á U21-landsliðnum.

[object Object]
Jørgen Nielsen, her til venjing mánadagin, er komin inn í hópin sum avloysari. Ein avloysari, sum kann enda við at skula skapa neyðugu møguleikarnar hjá Føroyum í onkrum løtum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Á sentrala miðvøllinum eru Føroyar Brand Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Noah Mneney og René Shaki Joensen fyruttan, umframt at Hallur Hansson byrjar landsliðsvindeygað á "standby".

Tískil var upplagt, at Mattias Hellisdal varð úttikin eftir avrikini í Svøríki, og Emil Weihe Joensen hevur eisini verið ávegis eftir fleiri góð avrik fyri NSÍ seinast tvey kappingarárini.  

Við serliga hesum fýra spælarunum, er miðalaldurin í hesum føroyska hópinum væl lægri, enn hann hevur verið tær flestu ferðirnar seinastu árini: Eftir summar úttøkur hava Føroyar havt millum elstu landsliðini í Evropa. Spælarar sum fyri stuttum hava verið við at mynda føroyska U21-landsliðið kunnu næstu tvær vikurnar spæla ógvuliga týðandi minuttir fyri Føroyar, sum fara eftir topp-tvey í bólkinum sum tað minsta.

Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin 26. September klokkan 17. Talan er um 1. umfar í Nations League-bólkinum - fýra dystir skulu spælast innan ellivu dagar. Portalurin og FM1 fara at gera nógv burturúr - í Føroyum og í fjarskotnum londum


-------------------------------------------------------------

Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland) 

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ 
Samuel Johansen Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 
Viljormur Davidsen, NSÍ 
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB 
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ 
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) * 
Emil Weihe Joensen, NSÍ *
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki) **
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)

Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ 
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Jørgen Nielsen, Víkingur * - upprunaliga Páll Andrasson Klettskarð

* Ikki spælt á A-landsliðnum áður
** Við til fyrstu kappingardystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder