Hann hevði eina rúgvu av uppleggum fyrstu trý umførini, og hóskvøldið bar á mál í mun til at fáa nógv mál - og stig.
Trúgvi Hávardsson hevur fingið eina persónliga góða byrjarn í íslendskum hondbólti. 21-ára gamli føroyingurin hevði millum annað ellivu upplegg móti meistarunum úr Vali.
Hóskvøldið skoraði snildi strandingurin tíggju mál - uppá tólv skot - og varð greiður toppskjútti, tá HK vitjaði á Vestmannaoyggjunum. Trúgvi hevði eisini fimm upplegg, og liðið úr Kópavági vann óvæntað á ÍBV.
Spælskiparin var høvuðsorsøkin til tess, og hann avgjørdu eisini dystin. ÍBV javnaði til 34-34, tá átta sekund vóru eftir, men so gjørdi HK (í bláum) skjótt av.
Trúgvi Hávardsson (nummar 45) fekk bóltin, eftir at HK hevði givið bóltin upp og høgdi til nærum av miðjum vølli. Bólturin sat í málhorninum, eitt sekund var eftir, og Trúgvi tryggjaði harvið sínum liði fyrstu stigini í kappingarárinum á ógvuliga flottan hátt.
Sí videobrotið ovast ella á Youtube-síðuni hjá Handkastið
![]()
Trúgvi Hávardsson, her saman við Búa D. Poulsen, eftir HM-fjórðingsfinalusigur á Slovenia við U21 (Mynd: Sverri Egholm)
Stjarnan fekk esini sín fyrsta sigur í 4. umfari. Hetta við tryggum 37-29 sigri í føroyingauppgerð móti Fram. Tóki Friðriksson, sum var ungdómslandsliðs-liðfelagi hjá Trúgva Hávardsson, skoraði eitt mál og dekkaði nógv upp í miðverjuni hjá Stjarnuni, sum Jóhannes eisini spælir við. Dánjal Ragnarsson er Fram-spælari framvegis.
Hvørki Bjarni í Selvindi ella Allan Norðberg vóru við (skaðar), tá Valur tapti á heimavølli fyri fyrrverandi liðnum hjá Allani, KA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald