Fótbóltur

Video: Hatta var bara ov vánaligt hjá mær - skal bara skora

Um eg geri tað, so vinna vit dystin, staðfestir ein vónbrotin Adrian Justinussen. Innskifti áleyparin sá Hanus Sørensne hinumegin, men var vísur í at hann fór at fáa bóltin framvið málverjanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-26 20:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 1-1 javnleikin móti Kasakstan í fyrsta Nations League-dystinum hittu vit Adrian Justinussen.

Horsens-áleyparin varð settur á vøllin sum fyrsti innskiftari eftir 65 minuttir, og nærum beinanvegin fekk hann tað, sum gjørdist størsti møguleikin í dystinum.

Adrian iðraði seg sjálvandi um, at hann ikki fekk bótlin framvið málverjanum og staðfestir, at nú skal man til Moldova eftir trimum stigum.

Sí video ovast

Sí eisini: Hálvlkeðiligt úrslit í kuldanum á Tórsvølli

Eitt mál hvør og fleiri føroyskir møguleikar í fyrsta dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder