Chisinau, Moldova (Portalurin): Eftir dyst leygarkvøldið og ferðing seint í gjárkvøldið og part av náttini, hava føroysku spælararnir tikið sær av løttum í nakrar tímar.
Seinnapartin føroyska tíð høvdu spælararnir venjing í høvuðsstaðnum í Moldova. Men tað var tvíbýtt.
Teir ellivu, sum byrjaðu inni á Tórsvølli leygarkvøldið, vóru eftir á gistingarháttinum og vandu styrki saman við kropsliga venjaranum Magna Mohr. Restutión var eisini á skránni.
Samstundis vandu hini tólv spælararnir á einum grasvølli, sum var beint við tjóðarleikvøllin Zimbru Stadion. Har verður landsdysturin millum Føroyar og Moldova spælur týskvøldið 29. september klokkan 17 føroyska tíð.
Atli Gregersen, hjálparvenjari, koyrdi hesa venjingina saman við greinaranum og málverjuvenjaranum, Jákupi Reinert Højgaard og Geza Turi. Eftir upphiting vóru alveringar, 3 móti 2 við skotum, umframt spæl á tvey mál (6 móti 6) á skránni.
Tann 24. og nýggjasti spælarin í hópinum, Aron Benjaminsen, lendi í Chisinau, meðan venjing var. Eftir umveg og ein eyka flogtúr, er vongurin nú her og venur saman við øllum hinum á Zimbru Stadion í morgin, mánakvøldið.
Sí eisini: Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova
Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók til fótbóltsvenjing í Moldova í kvøld niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald