Chisinau, Moldova (Portalurin): Føroyska manslandsliðið hevur júst havt tíðindafund og síðani venjing á Zimbru leikvøllinum, har Føroyar og Moldova bresta saman í morgin.
Sum vanligt eru tríggir spælarar, umframt Eyðun Klakstein, tøkir hjá miðlunum at tosa við.
Portalurin/FM1 eru á staðnum, eins og Kringvarpið, og hava føroysku miðlarnir á staðnum sjálvandi borið ynski fram um at tosa við Aron Benjaminsen.
18-ára gamla stjørnuskotið úr Hearts varð úttikin eftir síni mál og sigurin við U21-landsliðnum í Estlandi fríggjakvøldið
Tvey mál og stigamet í gjár - nú úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt
Aron kundi tó ikki venja saman við hinum í gjár, tí hann lendi seinkaður í Moldova, samstundis sum landsliðsliðfelagararnir fóru at venja.
Sí eisini: Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova
Harvið skal Aron Benjaminsen venja við A-landsliðnum á fyrsta sinni í kvøld.
Vit høvdu ætlað at spurt hann um tað at koma á A-landsliðið í morgin, nógvu ferðingina seinastu dagarnar, vónir til dystin og leiklut í morgin umframt annað.
Men hóast miðlarnir á staðnum greitt settu ynski fram, at ynski var at millum annað tosað við yngsta og nýggjasta spælaran í hópinum - sum jú er nátúrligt - so var hetta bara ikki gjørligt.
FSF-umboð, sum hevur ábyrgd av miðlum, staðfestir, at ynski er at geva Aron Benjaminsen so nógvan frið sum gjørligt
Hetta er harvið fyri at "verja spælaran", nú ungi maðurin er úttikin á A-landsliðið.
Vit hava tó millum annað sæð, at eftir at Aron Benjaminsen var komin til Moldova, varð hann siteraður á dimma.fo - nú kunnu miðlarnir á staðnum ikki tosa við spælaran, sum fyri kortum er seldur til eitt skotst stórfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald