Fótbóltur

Troyttir slovakar stúra fyri graslíkinum og ótespiligum kvøldi á Tórsvølli

Vladimír Weiss, fyrr Slovan Bratislava, og Stanislav Lobotka úr Napoli halda gestirnar hava betri lið, men viðurkenna eisini avbjóðingarnar sum føroyingar kunnu geva í deyðbóltum og øðrum. Liðini spæla fríggjakvøldið klokkan 19.45.

Vladimír Weiss á Tórsvølli í 2023, tá hann sum Slovan Bratislava-venjari hevði KÍ á skránni. Tann dysturin endaði 2-1 til gestirnar; Weiss veit, hvat føroyingar koma við, vísir hann á (Mynd: Sverri Egholm)

Vladimír Weiss á Tórsvølli í 2023, tá hann sum Slovan Bratislava-venjari hevði KÍ á skránni. Tann dysturin endaði 2-1 til gestirnar; Weiss veit, hvat føroyingar koma við, vísir hann á (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-01 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vladimír Weiss er aftur á Tórsvølli. Og eins og í 2023, tá hann sum Slovan Bratislava-venjari hevði KÍ á skránni, var undirlagið á tjóðarleikvøllinum í Føroyum tema á tíðindafundinum á Tórsvølli.

Venjarin og stjørnuspælarin Stanislav Lobotka úr Napoli vórðu fleiri ferðir spurdir um tað, og nevndi eisini avbjóðingina við at spæla á graslíki.

- Eg havi ikki spælt á graslíki í tíggju ár. Seinast var móti FC Nordsjælland í evropeiskum dysti. So tað verður ein avbjóðing; eg eri eisini troyttur frá farnu dystunum, sigur 31-ára gamli profilurin á miðvøllinum.

- Føroyingar eru dugnaligir at spæla á graslíkinum. Men vit hava eina venjing her nú, og fleiri av okkara spælarum hava spælt nógv á graslíki sum yngri, staðfestir Vladimír Weiss.

Les eisini: Ikki ordiliga nøgdir við úrtøkuna higartil - kanska tørvar okkum júst avbjóðingina móti Slovakia

[object Object]

Nógvir slovakiskir miðlar vóru á tíðindafundinum í Trinstovuni á Tórsvølli. Teir spurdu sjálvandi um hesa mótstøðuna, sum hevur vunnið á Kekkia og Montenegro her og spælt tættan dyst móti Kroatia fyri stuttum. 

- Teir hava avgjørt sínar dygdir. Serliga í kontraspælinum og við deyðbóltunum. Har noyðast vit veruliga vera til reiðar til. Teir spæla altíð 5-4-1, renna nógvar metrar og vit vita, at kann vera ótespilgt at koma á Tórsvøll.

- Tó hava vit spælarar, sum eru tekniskt betri, eru betri fyri korpsliga og spæla á størri addressum enn føroyingarnir, helt Vladimir Weiss fyri.

Royndi venjarin, sum fyri aðru ferð er landsliðsvenjari hjá heimlandinum, hevur ikki sett liðið til dystin móti Føroyum enn. Tað ger hann eftir venjingina, har hann hevur sæð støðuna hjá einum heldur troyttum hópi: Eftir tveir tættar dystir móti Moldova og Kasakstan og fitt av ferðing.

Føroyar og Slovakia spæla á Tórsvølli í morgin, 2. oktober, klokkan 19.45. FM1

Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í morgin fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

Sí eisini: 
Eftir tvey umfør: Slovakia er farið frá - vitjar á Tórsvølli fríggjakvøldið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder