Fótbóltur

FM1: Fótbóltsfríggjakvøld á Tórsvølli

Byrjað verður við Fótbóltsskýlinum klokkan 17.15, og tað mesta snýr seg um upptakt til Føroyar - Slovakia 19.45, sum vit siga fylgja á FM1 og Portalinum.

Trygvi Absalonsen setur kvøldið á Tórsvølli í gongd saman við gestum í Fótbóltsskýlinum (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen setur kvøldið á Tórsvølli í gongd saman við gestum í Fótbóltsskýlinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-02 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið er aftur á Tórsvølli, og henda flotta fíggjadagin í Føroyum vitjar sterkasta liðið í Nations League-bólkinum, Slovakia.

Talan er tó um eina uppgávu, sum burdi hóska væl til Føroyar, helt Eyðun Klakstein fyri á tíðindafundinum í gjár

[object Object]

Sí eisini: 

Troyttir slovakar stúra fyri graslíkinum og ótespiligum kvøldi á Tórsvølli

Myndir: Aftur á Tórsvølli við nýggjum hársniðum og nýggjari vón

Martin Agnarsson: - Vit fara eftir at gera tað sama sum í oktober í fjør (Video)

FM1 og Portalurin verða sjálvandi til staðar á Tórsvølli í kvøld, og vit byrja longu klokkan 17.15 við Fótbóltsskýlinum.

Tá fara Trygvi Absalonsen, Eli Hentze og Eli Simonsen at tosa um landsliðið: Dystirnar higartil og teir báðar sum eru eftir - serliga tann í kvøld móti Slovakia. Eisini verða møguligu broytingarnar í føroysku kappingini.

Sí eisini: Skulu viðgerða longri flytingarvindeyga, evropeiska hvíld og at strika eina hálvfinalu

Aftaná verður landslið-tónleikur og føroyskur tónleikur at hoyra, og síðani hyggja Petur Asbjørn Lervig og aðrir eftir byrjanaruppstillingini og øðrum. Umleið klokkan 19.30 verður sett til Rúna á Reynatrøð og Trygva Mortensen, sum fara at siga frá landsdystinum.

Lurta eftir FM1 her

Á Portalinum verður livebloggur og annað, við millum annað myndum, og aftaná taka vit samanum á báðum pallum við samrøðum og teksti.

Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í morgin fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder