Hann brendi ein stóran málmøguleika miðskeiðis í 2. hálvleiki her móti Kasakstan. Men í kvøld var eingin náði fyri slovakar, tá bólturin kom til høgra beinið hjá Adrian Rúnason Justinussen.
- Hetta var hjørnið, eg kundi skjóta í, haldi eg, tí verjuspælarin blokeraði hitt hornið, helt Adrian fyri.
Skotið sat ógvuliga væl, og var hetta fyrst málið hjá 28-ára gamla áleyparanum í kappingardysti fyri Føroyar. Hann hevur áður skorað á venjingardysti í Marbella móti Liktinstein.
- Tað er sjálvandi nakað serligt - eisini tá tað er her á Tórsvølli.
![]()
Áki Samuelsen legði av, og Adrian Justinussen tók av (Myndir: Sverri Egholm)
Hoyr Adrian seta orð á málið, avrikið eftir steðgin og hugburðin áðrenn fráferð til Kasakstan í morgin ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald