Astana, Kasakstan (Portalurin): - Tað var fantastiskt. Man hevur jú alt lívið droymt um at spæla á Tórsvølli fyri Føroyar, og vit spældu ein góðan dyst.
Hetta sigur Poul Kallsberg, sum leygardagin spældi fyrsta kappingardyst sín fyri A-landsliðið frá byrjan. Tað endaði 1-1 móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Slovakia, og nú snýr tað seg um at taka sama inntensitet við til dystin móti Kaskastan
![]()
Poul Kallsberg eftir ein av góðu føroysku møguleikunum fyri steðgin. Nummar 14 spældi 55 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit skulu vinna í morgin, heldur Poul Kallsberg fyri á Astana Arena.
Nógv bendir á, at 23-ára gamli vongurin úr Kolbeinagjógv fær ein leiklut har, men júst hvønn, vil hann ikki avdúka.
Hoyr eisini: Kasakiskar kovboykeks, fáar føroyskar broytingar og góðar vónir
Les eisini: Eyðun Klakstein: - Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir við hesar vikurnar
Vit fingu eisini Hillerød-vongin at seta orð á støðuna við einum yngri A-landslið í løtuni.
Hoyr videosamrøðuna ovast
FM1 sigur frá dystinum í Astana í morgin frá klokkan 14 føroyska tíð - dysturin byrjar klokkan 15. Portalurin hevur beinleiðis blogg av staðnum
--------------------------------------------------------------------
Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig
Í morgin, týsdagin 6. oktober
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia
Video: Heimligar umstøður hjá klaksvíkinginum í Kasakstan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald