- Hetta hevur ikki verið ein avgerð eg vildi taka, men ein, sum eg havi verið noyddur at tikið. Eftir stóra skaðan í 2022, havi eg verið merktur av afturvendandi avbjóðingum við knænum og eftir skurðviðgerðir, sproytir og pínustillandi, so er gerandisdagurin nú merktur av konstantari pínu.
Soleiðis segði Hallur Hansson millum annað, tá miðvallarin í grein á ki.fo týsdagin kunngjørdi, at hann gevst at spæla fótbólt eftir kappingarenda. 34-ára gamli Hallur Hansson iðrar seg um skaðtrupulleikarnir seinastu árini, men staðfestir at hann er takksamur fyri mongu upplivingarnar og góða stuðulin.
Sí eisini: Gerandisdagurin merktur av konstantari pínu: Hallur Hansson noyðist at gevast
Hann gevst sum KÍ-spælari, har Hallur higartil hevur vunnið tvey FM, eitt steypagull og spælt í millum annað Conference League-deildarspælið. Áður hevur stríðsfúsi og bólttryggi miðvallarin millum annað vunnið og avgjørt Løgmansfinalu við Víkingi pg verið við til at spælt liðið víðari í Evropa - uttanlands gjørdi Hallur Hansson serliga vart við seg í AC Horsens.
Hann kom til felagið í 20016 eftir væleydnað hálvtannað ár í Vendsyssel og var í gulum í fimm ár. Har gjørdist Hallur Hansson profilur og eitt tíðarskeið liðformaður undir Bo Henriksen. Áhugi var aðrastaðni, men via Vejle endaði føroyingurin í íslendska KR Reykjavík, har tíðarskeiðið endaði við slitnum krossbandið í september 2022.
Ein landsliðsprofilur og ein av teimum drúgvastu
Síðani september 2022 hevur Hallur Hansson spælt lítið á landsliðnum. Tað er í stóran mun omanfyrinevnda støða í knænum, sum er atvoldon til hetta.
Hallur Hansson vendi tó aftur, tá verandi venjaratoymið tók við, og millum november 2024 og juni 2025 spældi landsliðsliðformaðurin fýra dystir. Tann seinasti var á Tórsvølli 9. juni 2025, tá Hallur spældi væl í 2-1 sigri á Gibraltar.
![]()
Hallur Hansson takkar Skansanum fyri stuðulin eftir sigruin á Gibraltar í fjør - talan gjørdist um seinasta landsdystin hjá manninum við seks-talinum og stóra áræðinum (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið vann Hallur Hansson 2-1 í báðum sínum seinastu heimadystum: 11. juni 2022 bastu Føroyar litavum.
Dysturin móti Gibraltar í fjør var A-landsdystur nummar 76 hjá Halli Hansson. Bert fimm hava leikt fleiri fyri manslandsliðið enn nú 34-ára gamli miðvallarin. Teir eru:
1. Jóan Símun Edmundsson, 99 A-landsdystir
2. Viljormur Davidsen 96 A-landsdystir
3. Fróði Benjaminsen 95 A-landsdystir
4. Óli Johannesen 83 A-landsdystir
5. Sølvi Vatnhamar 79 A-landsdystir
Nummar 6 er á 6. plássi - í hølunum á Halli eru Jákup Mikkelsen og Odmar Færø við 73 dystum hvør og síðani Brandur Hendriksson Olsen við 72 dystum. Gunnar Nielsen setur punktum fyri topp-10 við 70 A- landsdystum.
Her er sannlíkt, at Odmar og Brandur skjótt yvirhála Hall. Um teir ávikavist velja at halda fram á landsliðnum næsta ár og verða tøkir eftir langtíðarskaða.
Hallur Hansson kom, eins og Jóan Símun Edmundsson frammanundan og Brandur Hendriksson nakað aftaná, blaðungur á A-landsliðið. Fyrsti A-landsdystur var í mars 2011, tá Hallur Hansson var 18-ára gamal. Dysturin var tó óalmennur. Hann tapti Føroyar 3-0 á Gibraltar.
Tað fór at ganga betri. Og fleiri av omanfyrinevndu spælarum slóðaðu fyri. Hallur Hansson spældi venjingardysti í Íslandi í 2012 og skjótt eisini kappingardystir. Gjøgnumbrotið kom longu í 2013 - serliga við frálíkum máli á Tórsvølli. Hetta var eitt av fimm á A-landsliðnum. Og hetta var móti liðnum, sum Føroyar spældu ímóti, tann dagin kunngerðin hjá KÍ og Halli kom í vikuni: Kasakstan.
Sí málið sum fót fótbóltsheimin runt í 2013 her:
Eitt og eitt hálvt ár seinni ella so, var tað innarasíðan og ikki uttarasíðan. FSF-hølini vóru liðug tá, sólin skein og Tórsvøllur fullsettur. Hallur Hansson var ein av teimum, sum spældi ein frálíkan dyst, tá Grikkaland fyri aðru ferð innan stutta tíð varð felt.
Tað var ein tá 22-ára gamal Hallur Hansson, sum legði Føroyar á odda. Ein blómandi miðvallari, sum var ein eyðkendur spælari og typa í føroysku framgongdini: Djarvur, framfýsin, væl fyri á so mangan hátt og við eyðsæddum dygdum.
Hann var profilur í millum annað góðu tíðini hjá Lars Olsen og Jóannes Jakobsen. Næstu árini hevði Hallur Hansson nógvar góðar løtu í landsliðsblusuni - uppleggði til Jóan Símun í Riga, málið í sigrinum móti Malta, nærdystir við heimsstjørnur og annað.
Tíverri setti ein álvarsamur skaði dám á seinastu árini á yrkisleiðini, men Hallur Hansson var tó drúgvur og trúgvur fyri Føroyar. Ein ivaðist ikki, hvønn tuskandi miðvallarin spældi fyri. Og í sínari leið í felagsfótbólti, fyrst við skifti til Aberdeen saman við Gilla Rólantsson Sørensen sum tannáringur, og seinni sum liðformaður í Superliga-felagið var Hallur Hansson undangongumaður. Hann gjørdist eisini landsliðsliðformaður í 2020 - skjótt takkar fyri seg sum fótbóltsspælari.
Tøl: FaroeSoccer, FSF og Transfermarket
![]()
![]()
Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen og Sølvi Vatnhamar eftir 3-1 mál móti Malta í Nations League 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald