21. oktober 2007 var ein serstakur dagur við Løkin, tá NSÍ vann 3-1 á VB/Sumba í næstseinasta umfari í Formuladeildinini. Við sigrinum tryggjaði NSÍ fyrsta føroyameistaraheitið í vaksnamannafótbólti í tá 50-ára longu søgu felagsins.
19 ár eru skjótt liðin. VB/Sumba er nú FC Suðuroy, Formuladeildin eitur Meistaradeildin, og NSÍ hevur framvegis ikki vunnið fremstu mansdeildina fyri aðru ferð - nú nærkast av álvara. Tað kundi í roynd og veru ikki verið nógv nærri at verða tryggjað.
Kvinnurnar vunnu í 2024, og ungdómsliðini á serliga dreingjasíðuni hava vunnið nógv steyp síðani. Tíggju ár eftir gylta árið í 2007, vann NSÍ steypakappingina. Men hóast nógv spennanandi lið hava verið, so hevur NSÍ ikki verið við í FM-stríði til tað seinasta aftur fyrr enn í ár.
Sí eisini: NSÍ plagar ikki at vera við tá tað veruliga stendur á - men vænti NSÍ vinnur gullið í ár
Greipuvinnararnir í fjør eru í væl veikari útgávu - tað prógvaði 1-0 tapið hjá KÍ á heimavølli fyri B68 í dag aftur. Men NSÍ, sum í 2025 var ein sprutlandi álopsmaskina við 92 málum við millum annað nú skadda Brandi Hendriksson, hevur funnið eitt øðrvísi støðufesti.
Nógv færri mál eru skotin (50), men higartil eru tíggju færri farin inn, har afturvendi Viljormur Davidsen er ein teirra, ið hevur átt stóran leiklut. Og so er tað evni til ikki at tapa oddadystir og evni at vinna tættar dystir. Í løtuni leiðir tað NSÍ til áleið sama stigatal sum í fjør - men hesaferð til eitt føroyameistaraheitið.
![]()
NSÍ'arnir hava havt nógvar løtur, har teir veruliga kundu fegnast um týðandi mál í tøttum dystum - her móti B68 fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ tapti tvær ferðir fyri KÍ í mai í fjør. Í ár eru allir hesir innanhýsis dystirnir endaðir við javnleiki - Daniel Obbekjær javnaði langt inni í yvirtíðini í tí seinasta slíka, sum var í Klaksvík 23. august.
Júst tað at hava skorað seint í nógvum dystum hevur verið eitt eyðkenni: Frá Peturi Knudsen upp í málhornið í yvirtíðini móti AB í 3. umfari til Aron Knudsen í 83. minutti í dag - eftir uppspæl hjá Peturi.
Hoyr sigursmálið hjá Aroni Knudsen um týdningarmikla sigursmálið
1-0 sigurin á 07 Vestur var tann triði á rað við einum máli hjá NSÍ. Tríggir teir fyrstu sigrarnir í ár vóru eisini við einum máli, og samanlagt eru tíggju slíkir komin í hús.
Og hvørji lið hava slíkt sum eyðkenni? Meistaralið.
![]()
Guliganz hevur støðugt verið besta fjepparafelag í landinum í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir dagsins úrslit er greitt, at NSÍ kann byrja FM-fagnaðin sunnudagin 25. oktober. Hetta um tað eydnast at vinna ella spæla javnleik móti HB á heimavølli, ella um KÍ ikki vinnur í Gundadali.
Um tað ikki eydnast hjá NSÍ, so er ein eyka møguleiki: Somu fyritreytir seks dagar seinni, tá teir í gulum og svørtum vitja á Svangaskarði, meðan KÍ spælir móti Víkingi.
Stórur fagnaður var í dag við Løkin, samstundis sum luftin nærum púrasta fór úr ballónini við FM-spenningi. Sum nú er, bendir so at siga alt á, at NSÍ'arar kunnu lyfta steypið beint uttanfyri kommunumarkið og beint hinumegin heyggjarnar, sum skilja Løkin og Svangaskarði.
--------------------------------------------
FM-stríðið seinastu umførini
25. umfar
Sunnudagin 18. oktober
83' Aron Knudsen 1-0
Meira um dystin her
KÍ - B68 0-1 (0-1)
17' Sebastian Lau Nielsen, br. 0-1
26. umfar
Sunnudagin 25. oktober
15.00: B36 - KÍ
19.00: NSÍ - HB *
* Tíðarásetingin kann broytast
Les eisini: Allir dystirnir verða spældir sama dag í seinastu trimum umførunum
27. og seinasta umfar
Leygardagin 31. oktober
15.00: KÍ - Víkingur
15.00: B68 - NSÍ
![]()
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald