AB var á mangan hátt frískliga lotið fyrra helming av kappingarárinum: Uppflytarin sum tók tey flestu av bóli við flottum og djørvum fótbóltsspæli, sterkum stríðsvilja, góðari samanseting, veruligum fótbóltshuglagi á Argjum og ikki minst: Nógvum góðum úrslitum.
Eftir góða 3-1 sigurin á HB í 13. umfari tann 14. juni hevði AB 17 stig og var nærri evropeiskum plássi enn niðurflyting. Hetta var beint eftir landsliðssteðg - beint frammanundan vann liðið hjá Øssuri Hansen 3-2 á NSÍ Inni í Vika.
Ágangandi liði sá flúgvandi út. Tá hevði eingin uppflytarnar, sum byrjaðu árið við trimum sigrum av fýra møguligum umframt sterkum avrki við Løkin, sum niðurflytara. Men ávaringarlampurnar byrjaðu at lýsa seinna helmingin av juni.
Vánaligasta liðið síðani summarsteðgin
Fyrst tapti AB fyri táverandi botnliðnum 07 Vestur í Sørvági, eftir reytt kort í 1. hálvleiki. Síðani kom smalur sigur á Svangaskarði, áðrenn AB tapti 2-0 á heimavølli fyri EB/Streymi. So trý stig í trimum dystum móti liðum undir sær - tveir av møguleikum fyri at so at siga steingja hurðina fyri niðurflyting farnir beint fyri summarsteðgin.
Byrjað varð aftur við ólavsøkutapið fyri B36, men so vann AB á tá skjarrliga Skála, sum júst hevði mist Simon Jørgensen og Jákup Jakobsen. 3-2 sigurin 2. august er tann higartil seinastu hjá AB.
Nakrar dagar seinni vitjaði eitt Evropa-troytt KÍ Inni í Vika. AB vendi 0-2 til 3-2 og sá út til at vinna enn ein flottan sigur. Men ein onnur vend kom hetta fótbóltsvilla mánakvøldið í góðvðerinum. KÍ vann 4-3 eftir mál í yvirtíðini. Hvat hevði hent, um AB tá knógvaði KÍ? Har var millum annað ein risamøguleiki til heimaliðið., tá tað var 3-3
Seks dagar seinni taptu argjamenn 2-0 í Streymnesi: Enn ein innanhýsis dystir í botn-fimm, har AB kundi lagt størri sjógv ímillum. Skjótt tveir mánaðir seinni er støðan tann, at AB bert hevur fingið eitt stig seinastu sjey dystirnar. Hetta er steðfestingin eftir tapið í Sarpugerði sunnudagin.
Einsamalla stigið síðani Skála-sigurin kom móti B68 á Argjum. Aftur í einum dysti, har AB kundi so at siga avgjørt - og tað var 1-0 eftir 90 minuttir.
Ístaðin er støðan tann, at B68 framvegis hevur ein møguleika. Og liðið av Argjum er tað formveikasta í deildini. Frá tí upplyftandi liðnum serliga fyrstu 13 umførini, hevur AB nú bert tveir sigrar seinastu 10 dystirnar - móti Skála og B68 - og fýra stig eftir summarsteðgin (í níggju dystum). B68 er næstringast eftir steðgin við átta stigum.
Skulu finna uppskriftina aftur og mest sannlíkt vinna annan dystin
Tað kann liggja nógv í einari tulking av, hví tað er farið skeivan veg. Eitt er "momentum" - viðrák - sum er hæsað av hjá uppflytara. Eyka orkan og yvirskotið er ikki í eins stóran mun har, og mótstøðuliðini kenna kanska AB nakað betri. Okkurt av hesum nevndi Bjarki Nielsen eisini í FM1-samrøðu í gjár.
Tað sær eisini út sum, at AB hevur heldur smalan hóp. Í dag var profilurin Ragnar Skála spardur í 57 minuttir, tí hann hevur ein snudd og skal sparast til avgerandi dystirnar. Tá hann kom inn, fór liðfomaðurin Bjarki Nielsen út. Og AB skapti ov lítið móti Víkingi, sum ikki hevur nakað serligt at spæla fyri.
Bjarki Nielsen: -AB skapti ikki nógvar málmøguleikar í Sarpugerði
AB hevur framvegis flest mál av botn-fimm liðunum (32). Men síðani teir báðar dystirnar á heimavølli í august við trimum málum í hvørjum - Skála og KÍ - hevur AB spælt seks dystir og bert skorað fýra mál. Harav er eitt sjálvmál og eitt brotsspark. Tað man elva til stúran hjá liðnum sum tekur váða í spælinum og vil frameftir.
Tað krevur nakað at koma í gongd aftur, tá man ikki hevur vunnið fótbóltsdystir eina tíð. Hetta skulu Øssur Hansen og hansara menn finna fram nú - tí annars kunnu teir avgjørt flyta niður.
AB er á 8. plássi, og tvey stig eru niður til strikuna og 07 Vestur á 9. plássi. AB kann avgerða alt við egnum mátti, tí Skála - ið hevur eins nógv stig - er á skránni sunnudagin. Og í seinasta umfari bíðar 07 Vestur á heimavølli.
![]()
AB er partur av einum hørðum botnstríði
Harvið tvær finalur á ein hátt. Fyri at sleppa undan einum nervapirrandi 27. umfari skal AB vinna á Skála sunnudagin. So er liðugt, ella í minsta lagi nær við 100 prosent liðugt. Tað kann vera, at tað er nóg mikið at fáa ein javnleik. Men tað veldst um onnur úrslit.
Botnstríðið í ár er ógvuliga hart og nógv stig skulu til fyri at yvirliva. Nógv onnur ár, hava 24 stig verið nóg mikið - og júst AB hevur hildið sær uppi við nakað færri stigum nakrar ferðir. Millum annað var júst hetta talið nóg mikið til 8. pláss í 2015.
Nú eru ikki nógvir møguleikar eftir, og fjepparar og onnur á Argjum halda ondini. Eins og tey gera kring fleiri onnur feløg í Føroyum.
Tøl: FaroeSoccer
Endaskráin hjá AB
26. umfar
Sunnudagin 25. oktober
15.00: Skála - AB
27. og seinasta umfar
Leygardagin 31. oktober
15.00: AB - 07 Vestur
Sí eisini: NSÍ megnar at avgerða dystir og kann gerast føroyameistari um eina viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald