- Øll, ið møta upp til dystin móti HB í gulum yvirklæðum (blusu, troyggju, jakka ), sleppa ókeypis inn til dystin.
Soleiðis skrivar NSÍ á sínari Facebook-sínari í dag.
Annað FM-heiti hjá besta mansliði felagsins, og tað fyrsta síðani 2007, er á gáttini. Tað merkist á eystara armi av Skálafjørðinum, har NSÍ-spælarar hava vitjað skúla og dagstovn í vikuni. Nógv verður gjørt burtur úr til ársins seinasta heimadyst, sum er á skránni sunnudagin.
NSÍ kann tryggja meistaraheitið, tá HB vitjar í næstseinasta umfari sunnudagin. Hetta við javnleiki ella sigri. Um KÍ ikki fær fult á útivølli móti B36, er NSÍ meistari óansæð hvat.
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)
Allir dystirnir byrja klokkan 15 - til ber at fylgja gongdini tætt í sendingini á FM1 og ovast á Portalinum
FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum
![]()
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin
Í NSÍ ynskir man sjálvandi at fáa nógv fólk til dyst - og í gulum. Umframt hetta, so verður møguleiki fyri andlitsmáling við Løkin frá klokkan 13, og pylsuvongur verður, so at møguleiki verður at fáa nakað til matna: Mitt í fótbóltshuglagnum meðan bíðað verður eftir dystinum.
![]()
Andlitsmáling og annað á breddanum við Løkin (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)
Fjeppararnir hjá NSÍ hava í ár verið teir støðugt bestu í Føroyum. Í morgin munnu teir fara at síggjast og hoyrast eyka væl.
Dysturin byrjar klokkan 15, og vit siga frá á FM1. Vit hava eisini myndir og annað á Portalinum og samrøður aftaná
Fótbóltsskýlið: Poppkornið hjá John og Jóhan er til reiðar undan næstseinasta umfar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald