Tað verður ein spennandi, men fyri mong eisini ein óhugnaligur dystardagur, á Argjum leygardagin.
Eftir úrslitini í dag er greitt, at støðan í niðaru hálvu av stigatalvuni sær soleiðis út:
![]()
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB 1-1
B36 - KÍ 0-3
Víkingur - EB/Streymur 0-0
Skála - AB 1-1
07 Vestur - B68 2-1
Sí eisini: NSÍ er føroyameistari - B68 fer niður
EB/Streymur og B68 eru úti av líkningi um niðurflyting: EB/Streymur á góðan hátt, tí liðið bjargaði sær endaliga við stiginum í Sarpugerði, men B68 á keðiligan hátt: Eftir seks ár í Meistaradeildini noyðast toftamenn tungu leiðina niður í næstbestu deildina.
Hetta varð staðfest eftir spenanndi dystin í Sørvági, har 07 Vestur var omaná og vann 2-1. Liðini skoraðu hvør sítt vælspælda mál stutt fyri steðin, og eftir ein tíma sendi Jasper van der Heyden bóltin væl innfyri: Hægstur var Elvar Gudmundsson, og ungi íslendski áleyparin stútaði bóltin hegnisliga í netið.
Hetta kann gerast eitt avgerandi mál fyri 07 Vestur, tí nú er lagt upp til finalu á Argjum í seinasta umfari.
Skála javnaði seint móti AB - men AB og Skála kunnu standa seg við javnleiki á seiansta degi
AB var annars leingi á sigurskós á Skála, men yvirvágin hjá heimaliðnum gav úrslit í 87. minutti: Innskifti Martin Johansen, sum skoraði gott mál móti B36 síðstu viku, var á rætta staðnum og tryggjaði Skála eitt stig - og møguliga plássið í Meistaradeildini næsta ár.
Eftir seina útjavnandi máli er støðan tann, at teir í appelsinlittum bert kunnu fara niður, um tvey ting henda samstundis leygardagin:
- At Skála tapir fyri EB/Streymi
- At eingin vinnari verður á Argjum - at AB og 07 Vestur spæla javnleik.
Har er kanska tað seinna ósannlíkt, tí 07 Vestur skal vinna, og Skála hevur tapt fáar fótbóltsdystir seinastu mánaðirnar. At liðið hevur betri málúrttøku enn kappingarneytarnir er ein stórur fyrimunur nú.
Hjá AB var málið hjá Martini Johansen ein stórur smeitur í einari tungari gongd. AB kann tó framvegis avgerða alt, á heimavølli, og javnleikur er nóg mikið, tí argjamenn hava betri málúrttøku enn 07 Vestur.
07 Vestur hevur sum heild havt góða gongd undir Tór-Ingar Akselsen og er framvegis við, tá seinasti leikdagur verður.
Fløkt? Jú, eitt sindur. Men spennandi er tað, og trý lið kunnu framvegis ikki kenna seg trygg.
Vit fara at álvara at hava sjóneykuna á hetta stríðið fram til, undir og eftir seinasta umfari
Skráin fyri seinasta umfar sæst her:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald