Fýrverk og gleimur settu sín dám á við Løkin sunnukvøldið. NSÍ gjørdi tað, ið neyðugt var og tryggjaði eitt uppiborið meistaraheitið - eitt føroyameistaraheitið sum man hevði hungrað eftir í 19 ár.
Sí eisini: Eingi gummibein hjá teimum gulkløddu við Løkin - gullveitsla alla vikuna
Myndir: Gula gullveitslan við Løkin
Tá vit miðlar tosaðu við NSÍ-umboð komu forloysingin, gleðin og takksemi fram. Men vit merktu eisini ávísa óvissu um næsta ár.
NSÍ hevur ikki so nógvar sáttmálar uppá pláss til næsta ár. Og teir flestu, ið eru, munnu vera stórir: Landsliðsspælarar sum Meinhard Egilsson Olsen, Petur Knudsen og Viljormur Davidsen, ið allir hava skrivað undir fyri fleiri ár við barndómsfelagið.
Venjaraspurningurin ósvaraður - hava tosað saman
FM1 tosaði millum annað við høvuðsvenjara og hjálparvenjara. Bæði Sigurður Ragnar Eyjólfsson og Pól Thorsteinsson tosaðu um eitt "fantastiskt ár" og róstu hópinum - men hvørki íslendingurin ella vágbingurin kudu staðfesta framríðina:
Einki er komið uppá pláss var staðfestingin. FM-høvuðsvenjarin kundi tó avdúka, at hann hevði tosað við nevndina. Áður hevur 52-ára gamli íslendingurin sagt, at hann er opin fyri øllum. Eisini at fara aftur til Íslands og harvið nærri familjuni.
Sigurður Ragnar Eyjólfsson, vanliga nevndur Siggi Raggi, skrivaði undir eitt-ára sáttmála, tá hann kom til felagið síðsta vetur. Tað má sigast at hava gingist væl: Fyrsta FM síðani 2007 og søgulig góð gongd í Evropa - víðari tvær ferðir umframt javnleik móti sveisiska Lugano.
![]()
![]()
Omanfyri síggjast Tom Amos og Daniel Obbekjær og síðani Obbekjær verða fagnaðir: Svenski málverjin og danski miðverjin hava verið við at fingið støðufesti til verjupartin hjá NSÍ (Myndir: Sverri Egholm)
Tom Amos og Daniel Obbekjær - stinnur svenskur málverji og stinnur danskur miðverji - hava ikki sáttmálar, og vórðu spurdur um støðuna.
- Nú fáa vit at síggja, var staðfestingin, og vildu Amos og Obbekjær ikki vísa nøkrum aftur. Teir kunnu eisini vera spælarar, sum fer at sakna, um teir fara víðari.
Allar hesar samrøðurnar hoyrast á leinkjuni niðanfyri - Pól Thorsteinsson frá 20.50, síðani Siggi Raggi Eyjólfsson beint í hølunum. Tom Amos og Daniel Obbekjær hoyrast frá 37.55
Millum aðrar í verandi NSÍ-hópi, sum ikki hava sáttmála fyri 2027,eru Jann Julin Benjaminsen og Emil Weihe Joensen.
Bakkurin hevur verið á A-landsliðnum seinastu árini, og 22-ára gamli miðvallarin var við á fyrsta sinni seinast. Teir hava spælt so at siga allar minuttirnar í ár. Sum skilst er óvissa um serliga Emil Weihe Joensen í løtuni.
![]()
Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Mín arbeiðsgevari skal ikki vænta meg í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald