- Vit fáa at síggja.
So stutt, men ikki greitt, svaraði svenski málverjin hjá NSÍ, tá vit at enda í samrøðuni eftir FM-staðfestingina sunnudagin spurdu, hvørt Tom Amos heldur fram í NSÍ ella ikki".
Samrøðurnar frá sunnudegnum hoyrast á leinkjuni niðanfyri - Tom Amos er frá 37.55
Tom Amos var eisini ein av ivasomu spælarunum hjá NSÍ uttan sáttmála, sum vit nevndu í grein í gjár
- Ætlar at hyggja eftir møguleikunum
Tað hevur ljóðað, at stinni sviin mest sannlíkt ikki heldur fram í Føroyum. Og í samrøðu við svenskan fótbóltsmiðil í vikuni, er Tom Amos meira tíðindafróður.
- Ætlanin er at hyggja meg runt eftir møguleikum og vóna, at okkurt kemur. Hevði verið vónsvikin, um tað ikki gjørdi, tá man millum annað hevur roynt seg í Conference League og merkt, at tað gekst væl, sigur 28-ára gamli málverjin við Fotbollskanalen.
Tom Amos bjargaði heili fýra brotsspørkum, tá á stóð hjá NSÍ í 2. umfari í Slovenia í summar. Og hann dylur ikki fyri, at dreymurin er at finna eitt spenanndi felag á høgum stigi. Dreymurin er at koma aftur til svenska stórfelagið IFK Gøteborg, sum hann er uppvaksin í.
Amos er uppvaksin í Gøteborg og staðfestir fyri svenska miðlinum, at tað avgjørt er nakað annað at búgva á eystara armi á Skálafjørðinum.
- Her er ógvuliga vakurt. Tað er ikki stórt men eitt tætt samfelag, og tað sá man eisini tá vit vunnu: Øll savnaðust um hetta, og tað var nakað serstakt, vísti Amos á týsdagin
Les alla greinina her - har greiðir sviin millum annað frá upplivingunum í Føroyum
- Man skal ongantíð siga ongantíð
Málverjin vil ikki endaliga vísa aftur, at hann kann halda fram í Runavík.
- NSÍ skal jú spæla í Champions League næsta ár. Slíkar møguleikar kann man jú, tá spælt verður í teimum smærru deildunum. So kann man ongantíð siga ongantíð. Eg havi sagt, at skal fyrst hugsavna meg um kappingárið, og so kunnu vit byrja at tosa um framtíðina aftaná, sigur hann.
Sí eisini: Óvissa valdar um venjara, útlendskar profilarar og landsliðsspælarar hjá NSÍ
Seinasti dystur hjá Tom Amos kann harvið vera leygardagin klokkan 14 á Toftum. Tá fáa málverjin og hinir gull um hálsin.
Dagført: 10.59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald