Nýggja Padelmiðstøðin á Hjalla lat upp fyri stórum mánaða síðani. Har er snøgt og nógv, høllin er nógv nýtt, og í morgin verður fyrsta stóra kappingin har.
Talan er eisini um størstu kappingina í Padeltennis í Føroyum higartil. 84 spælarar, 42 lið, hava meldað til. Og sum skilst var eisini bíðilisti til onkran bólk.
Talan er um tríggjar ymiskar bólkar: B-kappingin hjá monnum, størsti bólkurin, A-kappingin hjá monnum, kappingin á hægsta stigi, og kvinnukappingin.
Talan verður um fyrstu kappingina hjá kvinnum. Har eru tíggju spælarar. Ein av málunum við nýggju høllini var, at fáa fleiri kvinnur at spæla.
![]()
Elin Sjúrðardóttir Holm og Bára Hansen eru partur av bólkinum, sum stendur fyri nýggju høllini
![]()
Spælt verður á hesum trimum vallunum, umframt einum afturat (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Vinarpør vilja skapa betri karmar fyri padel-tennis í Føroyum
Eins og í hinum kappingunum, er tað Padel Forum, ið skipar fyri. Tað eru Arnar Lognberg, Niklas Reginsson og Heini Viðoy.
Nú er møguligt at nýta fýra vallir - búr - í mun til til tvey. Harvið verður veruligt lív í á Hjalla fríggjakvøldið.
Byrjað verður við B-bólkinum hjá monnum klokkan 17. Hinar báðar kappingarnnar standa at vera frá 20.15 til stutt eftir klokkan 23.
Møguleiki er hjá áskoðarunum at vera í millum annað "lounge-økinum" og á svalanum og hyggja. Eisini kann man keypa ymiskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald